sonur kong Davíðs

59 versir um "sonur kong Davíðs"

Versir

Síða 1 av 2
Seinna Sámuelsbók 11:1 Seinna Sámuelsbók

Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, sendi Dávid Jóab avstað við monnum sínum og øllum Ísrael, og teir herjaðu á land Ammonita og kringsettu Rabba. Men Dávid varð verandi í Jerusalem.

2
Seinna Sámuelsbók 11:2 Seinna Sámuelsbók

So var tað eitt kvøldið, tá reisti Dávid seg av legu síni og fór at ganga uppi á takinum á kongshøllini; hann kom tá at síggja kvinnu, ið baðaði sær, og kvinnan var ógvuliga vøkur.

2
Seinna Sámuelsbók 11:3 Seinna Sámuelsbók

Dávid sendi nú boð og fregnaði um kvinnuna, og honum varð sagt: „Hatta er Batseba, dóttir Eliam, kona Uria Hetit.“

2
Seinna Sámuelsbók 11:4 Seinna Sámuelsbók

Dávid sendi boð eftir henni, og hon kom til hansara; hann lá so hjá henni – hon hevði júst reinsað seg eftir óreinsku sína.* Hon fór síðani heimaftur.

2
Seinna Sámuelsbók 11:5 Seinna Sámuelsbók

Kvinnan varð við barn; hon sendi tá Dávidi boð og læt siga: „Eg eri við barn!“

2
Seinna Sámuelsbók 11:6 Seinna Sámuelsbók

Tá sendi Dávid Jóabi hesi boð: „Send Uria Hetit til mín.“ Jóab sendi so Uria til Dávid.

2
Seinna Sámuelsbók 11:7 Seinna Sámuelsbók

Táið Uria kom til hansara, spurdi Dávid hann, um Jóab og herfólkinum visti væl við, og hvussu gekst við hernaðinum.

2
Seinna Sámuelsbók 11:8 Seinna Sámuelsbók

Síðani segði Dávid við Uria: „Far nú heim til tín sjálvs og vaska tær um føturnar!“ Og táið Uria fór út úr kongshøllini, varð gáva frá konginum send aftan á honum.

2
Seinna Sámuelsbók 11:9 Seinna Sámuelsbók

Men Uria legði seg fyri durum kongshallarinnar saman við øllum tænarum harra síns; hann fór ikki heim til sín sjálvs.

2
Seinna Sámuelsbók 11:10 Seinna Sámuelsbók

Táið sagt varð Dávidi, at Uria var ikki farin heim til sín sjálvs, segði Dávid við hann: „Tú kemur jú av ferð – hví ert tú ikki farin heim til tín sjálvs?“

2
Seinna Sámuelsbók 11:11 Seinna Sámuelsbók

Uria svaraði Dávidi: „Ørkin og Ísrael og Juda búgva í leyvhúsum, og harri mín Jóab og tænarar harra míns hava tilhald úti á markini – og so skuldi eg farið heim til mín sjálvs og etið og drukkið og ligið hjá konu míni! – So satt sum tú livir, og so satt sum sál tín livir – tað geri eg ikki!“

2
Seinna Sámuelsbók 11:12 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Dávid við Uria: „Verð nú her í dag við! So skal eg í morgin lata teg fara.“ Uria steðgaði so í Jerusalem tann dagin og dagin eftir.

2
Seinna Sámuelsbók 11:13 Seinna Sámuelsbók

Dávid beyð honum nú inn; og hann át og drakk hjá honum, og hann fekk hann druknan. Men um kvøldið fór hann út og legði seg á legu sína saman við tænarum harra síns; hann fór ikki heim til sín sjálvs.

2
Seinna Sámuelsbók 11:14 Seinna Sámuelsbók

Morgunin eftir skrivaði Dávid Jóab bræv og sendi tað við Uria.

2
Seinna Sámuelsbók 11:15 Seinna Sámuelsbók

Í brævinum skrivaði hann: „Set Uria fremstan, har sum bardagin er harðastur, og rýmið so frá honum, so hann fellur og doyr!“

2
Seinna Sámuelsbók 11:16 Seinna Sámuelsbók

Jóab – sum lá og hevði býin kringsettan – setti tá Uria á eitt stað, har hann visti, at djarvir menn vóru.

2
Seinna Sámuelsbók 11:17 Seinna Sámuelsbók

Táið so menninir í býnum gjørdu álop og hildu ímóti Jóab, fullu nakrir av herfólkinum, av monnum Dávids; eisini Uria Hetitur fall.

2
Seinna Sámuelsbók 11:18 Seinna Sámuelsbók

Tá sendi Jóab Dávidi boð við tíðindum um alt, ið hent hevði í orrustuni.

2
Seinna Sámuelsbók 11:19 Seinna Sámuelsbók

Hann gav sendimanninum hetta boð: „Táið tú hevur sagt kongi alt tað, ið hent hevur í bardaganum

2
Seinna Sámuelsbók 11:20 Seinna Sámuelsbók

– kemur tá ilt í kong, og hann sigur við teg: „Hví komu tit býnum so nær í bardaganum? Tit kundu jú vita, at teir fóru at skjóta niður av múrinum!

2
Seinna Sámuelsbók 11:21 Seinna Sámuelsbók

Hvør var tað, ið drap Abimelek, son Jerubbeset! Var tað ikki ein kvinna, ið kastaði kvarnarstein niður á hann av múrinum í Tebez, so hann doyði! Hví komu tit múrinum so nær?“ – so skalt tú siga: „Eisini tænari tín Uria Hetitur er deyður!““

2
Seinna Sámuelsbók 11:22 Seinna Sámuelsbók

Sendimaðurin fór nú avstað og kom og segði Dávidi alt tað, ið Jóab hevði álagt honum.

2
Seinna Sámuelsbók 11:23 Seinna Sámuelsbók

Sendimaðurin segði við Dávid: „Menninir vórðu okkum ov sterkir og hildu út á markina ímóti okkum; men so róku vit teir aftur líka at býportrinum.

2
Seinna Sámuelsbók 11:24 Seinna Sámuelsbók

Tá skutu bogamenninir av múrinum niður á tænarar tínar, og nakrir av tænarum kongsins fullu – eisini tænari tín Uria Hetitur fall.“

2
Seinna Sámuelsbók 11:25 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Dávid við sendimannin: „Tú skalt siga við Jóab: „Tak tær ikki hatta so nær! Svørðið verður einum at bana nú og øðrum tá; halt við at gera álop á býin, og tað dyggiliga, og brót hann niður!“ – Soleiðis skalt tú seta mót í hann.“

2
Seinna Sámuelsbók 11:26 Seinna Sámuelsbók

Táið kona Uria frætti, at Uria, maður hennara, var deyður, syrgdi hon ektafelaga sín.

2
Seinna Sámuelsbók 11:27 Seinna Sámuelsbók

Men táið sorgardagarnir vóru at enda, sendi Dávid boð og tók hana heim til sín; hon varð kona hansara og átti honum son. – Men hetta, ið Dávid hevði gjørt, var ónt í eygum HARRANS.

2
Seinna Sámuelsbók 12:1 Seinna Sámuelsbók

HARRIN sendi Natan til Dávid. Táið hann kom inn til hansara, segði hann við hann: „Tveir menn vóru í einum býi; annar var ríkur, og hin fátækur.

2
Seinna Sámuelsbók 12:2 Seinna Sámuelsbók

Hin ríki hevði mongd av smáfæi og neytum;

2
Seinna Sámuelsbók 12:3 Seinna Sámuelsbók

men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið lamb, sum hann hevði keypt og føtt inni; tað vaks upp hjá honum saman við børnum hansara; tað át av breyði hansara, drakk úr bikari hansara, lá í fangi hansara – og var honum sum dóttir.

2
Seinna Sámuelsbók 12:4 Seinna Sámuelsbók

Men táið hin ríki maðurin einaferð fekk gest, tykti honum ov mikið fyri at taka av smáfæi ella neytum sínum at seta fyri ferðamannin, ið komin var til hansara; nei, hann tók lamb hins fátæka mans og borðreiddi við tí fyri gestinum, ið hann hevði fingið.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:5 Seinna Sámuelsbók

Tá varð Dávid so spinnandi illur inn á henda mann, og hann segði við Natan: „So satt sum HARRIN livir – tann maður, ið hetta gjørdi, hann skal lata lív!

2
Seinna Sámuelsbók 12:6 Seinna Sámuelsbók

Og lambið skal hann bøta fýrfalt aftur, tí hann bar seg so at og vísti ikki miskunn.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:7 Seinna Sámuelsbók

Men Natan segði við Dávid: „Tú ert maðurin! – So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og Eg bjargaði tær av hondum Sauls;

2
Seinna Sámuelsbók 12:8 Seinna Sámuelsbók

Eg gav tær hús harra tíns og legði konur harra tíns í favn tín; Eg gav tær hús Ísraels og hús Juda – og var hetta ov lítið, so skuldi Eg givið tær meiri aftrat, bæði eitt og annað.

2
Seinna Sámuelsbók 12:9 Seinna Sámuelsbók

Hví hevur tú tá vanvirt orð HARRANS og gjørt tað, sum ónt er í eygum Hansara? Uria Hetit hevur tú dripið við svørði; konu hansara hevur tú tikið tær sjálvum til konu, og hann hevur tú dripið við svørði Ammonita.

2
Seinna Sámuelsbók 12:10 Seinna Sámuelsbók

Tí skal nú svørðið aldri víkja frá húsi tínum – aftur fyri at tú hevur vanvirt Meg og tikið konu Uria Hetit til konu tína!

2
Seinna Sámuelsbók 12:11 Seinna Sámuelsbók

So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma á teg úr tínum egna húsi; fyri eygum tínum skal Eg taka konur tínar og geva øðrum manni tær, og hann skal liggja hjá konum tínum mitt á ljósum degi.

2
Seinna Sámuelsbók 12:12 Seinna Sámuelsbók

Tí tú gjørdi hetta í loynd, men Eg skal gera hetta fyri eygum als Ísraels og mitt á ljósum degi.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:13 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Dávid við Natan: „Eg havi syndað móti HARRANUM!“ Natan segði við Dávid: „So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur – tú skalt ikki doyggja.

2
Seinna Sámuelsbók 12:14 Seinna Sámuelsbók

Men aftur fyri at tú við at bera teg so at hevur gjørt, at fíggindar HARRANS fáa spottað, so skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:15 Seinna Sámuelsbók

Síðani fór Natan aftur til hús. Og HARRIN sló barnið, ið Dávid hevði fingið við konu Uria – tað varð ógvuliga sjúkt.

2
Seinna Sámuelsbók 12:16 Seinna Sámuelsbók

Tá søkti Dávid Gud fyri barnið; Dávid fastaði, og táið hann kom heim, lá hann á gólvinum alla náttina.

2
Seinna Sámuelsbók 12:17 Seinna Sámuelsbók

Teir elstu í húsi hansara komu nú og vildu hava hann at reisa seg upp av gólvinum; men hann vildi ikki, og hann helt ikki máltíð saman við teimum.

2
Seinna Sámuelsbók 12:18 Seinna Sámuelsbók

Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt, tí teir hugsaðu: „Meðan barnið livdi, talaðu vit við hann, og hann lurtaði ikki eftir okkum; hvussu kunnu vit tá nú siga honum, at barnið er deytt! Hann kann gera eina vanlukku!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:19 Seinna Sámuelsbók

Táið Dávid sá, at tænarar hansara teskaðu sínámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og hann segði við tænarar sínar: „Er barnið deytt?“ Teir svaraðu: „Ja, hann er deyður!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:20 Seinna Sámuelsbók

Tá reistist Dávid upp av gólvinum, vaskaði sær, salvaði seg, skifti klæði og fór inn í hús HARRANS og tilbað. So fór hann heimaftur og bað lata seg fáa at eta; teir settu tá mat fyri hann, og hann át.

2
Seinna Sámuelsbók 12:21 Seinna Sámuelsbók

Tá søgdu tænarar hansara við hann: „Hvussu er tað, tú bert teg at! Meðan barnið livdi, fastaði tú og grætst um hann; men nú barnið er deytt, nú reisist tú upp og etur!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:22 Seinna Sámuelsbók

Hann svaraði: „So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: „Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:23 Seinna Sámuelsbók

Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!“

2