Sonur
9 versir um "Sonur"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 10:30 Jóhannes
Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Lukas 1:35 Lukas
Eingilin svaraði henni: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.
Efesusbrævið 3:5 Efesusbrævið
sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt, soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heilagu ápostlum og profetum Hansara:
Hebrearabrævið 1:3 Hebrearabrævið
Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Hebrearabrævið 1:8 Hebrearabrævið
men um Sonin: „Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns.