sonn trúgv er
119 versir um "sonn trúgv er"
Versir
Síða 1 av 3Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Matteus 24:1 Matteus
Jesus fór nú út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar.
Matteus 24:2 Matteus
Men Hann tók til orða og segði við teir: „Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“
Matteus 24:3 Matteus
Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“
Matteus 24:4 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!
Matteus 24:5 Matteus
Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Eg eri Kristus!“ Og teir skulu villleiða mong.
Matteus 24:6 Matteus
Og tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi. Síggið til, at tit lata tykkum ikki ræða! Tí so má verða; men endin er ikki enn.
Matteus 24:7 Matteus
Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.
Matteus 24:8 Matteus
Men alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir.
Matteus 24:9 Matteus
Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld.
Matteus 24:10 Matteus
Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.
Matteus 24:11 Matteus
Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.
Matteus 24:12 Matteus
Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.
Matteus 24:13 Matteus
Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Matteus 24:14 Matteus
Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.
Matteus 24:15 Matteus
Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –
Matteus 24:16 Matteus
skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;
Matteus 24:17 Matteus
tann, ið á takinum er, má ikki fara niður eftir nøkrum, sum er í húsi hansara,
Matteus 24:18 Matteus
og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.
Matteus 24:19 Matteus
Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum!
Matteus 24:20 Matteus
Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat!
Matteus 24:21 Matteus
Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Matteus 24:23 Matteus
Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Har er Hann!“ skulu tit ikki trúgva tí.
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Matteus 24:25 Matteus
Nú havi Eg sagt tykkum tað frammanundan.
Matteus 24:26 Matteus
Um tá verður sagt við tykkum: „Hann er í oyðimørkini!“ so farið ikki út hagar! – „Hann er í kømurunum!“ so trúgvið tí ikki!
Matteus 24:27 Matteus
Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:28 Matteus
Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar.
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Matteus 24:30 Matteus
Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
Matteus 24:31 Matteus
Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
Matteus 24:32 Matteus
Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
Matteus 24:33 Matteus
Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.
Matteus 24:34 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.
Matteus 24:35 Matteus
Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.
Matteus 24:36 Matteus
Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
Matteus 24:37 Matteus
Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:38 Matteus
Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,
Matteus 24:39 Matteus
og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:40 Matteus
Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.
Matteus 24:41 Matteus
Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.
Matteus 24:42 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
Matteus 24:43 Matteus
Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.
Matteus 24:44 Matteus
Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.