sonn trúgv
18 versir um "sonn trúgv"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.
Ápostlasøgan 10:35 Ápostlasøgan
men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Prædikarin 12:13 Prædikarin
Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Fimta Mósebók 10:12 Fimta Mósebók
– Og nú, Ísrael! Hvat annað krevur HARRIN Gud tín av tær, enn at tú skalt óttast HARRAN Gud tín og ganga allar leiðir Hansara, elska Hann og tæna HARRANUM Gudi tínum av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni,
Fimta Mósebók 10:13 Fimta Mósebók
so tú aktar eftir boðum HARRANS og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær – fyri at tær kann gangast væl!
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Sálmarnir 82:6 Sálmarnir
Eg havi sagt: „Tit eru gudar, tit eru allir synir hins Hægsta.“
Esaias 53:9 Esaias
Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum – tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara.
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
Efesusbrævið 5:13 Efesusbrævið
Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós.
Efesusbrævið 5:14 Efesusbrævið
Tí sigur skriftin: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“
Efesusbrævið 5:15 Efesusbrævið
Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,
Efesusbrævið 5:16 Efesusbrævið
og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!