sonn lukka

60 versir um "sonn lukka"

Versir

Síða 1 av 2
Prædikarin 3:12 Prædikarin

Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva.

6
Prædikarin 3:13 Prædikarin

Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.

6
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

4
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir

men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!

4
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir

Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.

4
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir

So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.

4
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir

Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.

4
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir

Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.

4
Sálmarnir 34:8 Sálmarnir

Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.

4
Jóhannes 14:1 Jóhannes

„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!

4
Jóhannes 16:24 Jóhannes

Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!

4
Esaias 26:3 Esaias

Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.

3
Esaias 26:4 Esaias

Lítið í allar ævir á HARRAN, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur!

3
Jeremias 29:11 Jeremias

Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

3
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið

Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,

3
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið

spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.

3
Orðtøkini 16:20 Orðtøkini

Væl gongst honum, ið gevur orðinum gætur; sælur tann, ið lítur á HARRAN!

2
Prædikarin 2:1 Prædikarin

Eg segði við hjarta mítt: „Kom, eg skal royna teg við gleði, njót tað, ið gott er!“ – Men so var eisini tað fáfongd.

2
Prædikarin 2:2 Prædikarin

Við láturin segði eg: „Tú ert vitleysur!“ og við gleðina: „Hvat nyttar tú!“

2
Prædikarin 2:3 Prædikarin

Eg kom at hugsa um, at eg skuldi lívga likam mítt við víni, meðan hjarta mítt samstundis leiddi meg við vísdómi, og halda meg til dárskapin, inntil eg fekk at síggja, hvat best var menniskjabørnunum at gera undir himli, tað dagatal tey liva.

2
Prædikarin 2:4 Prædikarin

Eg avrikaði stórverk: Eg bygdi mær hús; eg plantaði mær víngarðar;

2
Prædikarin 2:5 Prædikarin

eg gjørdi mær urtagarðar og lundir og plantaði alskyns frukttrø í tey;

2
Prædikarin 2:6 Prædikarin

eg gjørdi mær tjarnir fyri úr teimum at vatna viðarskógin, ið upp vaks;

2
Prædikarin 2:7 Prædikarin

eg keypti trælir og trælkvinnur, og eg hevði trælir, ið føddir vóru heima hjá mær; eg fekk mær eisini nógv fæ, bæði stórt og smátt, meir enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerusalem;

2
Prædikarin 2:8 Prædikarin

eg savnaði mær eisini silvur og gull og dýrabarar skattir, sum komu frá fremmandum kongum og londum; eg fekk mær sangarar og sangarinnur – og tað, sum er lystur manna: Konur, og tað nógvar.

2
Prædikarin 2:9 Prædikarin

Eg varð størri og mektigari enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerusalem; eisini vísdómur mín varð verandi hjá mær.

2
Prædikarin 2:10 Prædikarin

Alt tað, ið eygu míni lysti, læt eg tey fáa, onga gleði noktaði eg hjarta mínum; tí hjarta mítt hevði gleði av øllum strevi mínum, og í hesum lá lønin fyri alt strev mítt.

2
Prædikarin 2:11 Prædikarin

Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning!

2
Prædikarin 2:12 Prædikarin

Nú fór eg at hyggja at vísdómi og dárskapi og fávitsku; tí hvat fer tað menniskja at gera, sum kemur eftir kongin? Tað sama, sum longu er gjørt frammanundan.

2
Prædikarin 2:13 Prædikarin

Eg sá tá, at vísdómurin stendur hægri enn dárskapurin, á sama hátt sum ljósið stendur hægri enn myrkrið;

2
Prædikarin 2:14 Prædikarin

hin vísi hevur eygu í høvdinum, men dárin gongur í myrkri. – Men eg dugdi eisini at síggja, at øðrum gongst sum øðrum.

2
Prædikarin 2:15 Prædikarin

Tá segði eg í hjarta mínum: „Sum dáranum gongst, fer at gangast mær við; hvat batar mær tá, at eg havi verið so ovurhonds vísur!“ – Og eg segði í hjarta mínum: „Eisini hetta er fáfongd!

2
Prædikarin 2:16 Prædikarin

Tí líka lítið er minnið um hin vísa ævigt, sum minnið um dáran; á komandi døgum verður jú alt langt síðani gloymt, og má ikki hin vísi doyggja líka væl sum dárin!“

2
Prædikarin 2:17 Prædikarin

Tá varð eg leiddur av lívinum; tí ónt tyktist mær alt, sum undir sólini hendir; alt er jú fáfongd og eftirsókn eftir vindi.

2
Prædikarin 2:18 Prædikarin

Og mær leiddist við alt stríðið, ið eg hevði pøst meg við undir sólini, við tað at eg noyðist at lata tað eftir til tann, ið aftan á meg kemur.

2
Prædikarin 2:19 Prædikarin

Og hvør veit, um hann verður vísur ella dári! Og kortini skal hann ráða yvir øllum, sum eg havi vunnið við strevi mínum og vísdómi mínum undir sólini! – Eisini hetta er fáfongd.

2
Prædikarin 2:20 Prædikarin

Tá var eg um at gerast vónleysur í hjarta mínum um alt strevið, ið eg hevði pøst meg við undir sólini.

2
Prædikarin 2:21 Prædikarin

Tí har hevur nú onkur gjørt arbeiði sítt við vísdómi, kunnskapi og dugnaskapi, og so noyðist hann kortini at lata tað frá sær til annan at eiga, sum einki stríð hevur havt av tí! Eisini hetta er fáfongd og stór vanlukka.

2
Prædikarin 2:22 Prædikarin

Tí hvat fær menniskjað fyri alt strev sítt og tráan hjarta síns, sum hann pøsir seg við undir sólini!

2
Prædikarin 2:23 Prædikarin

Allir dagar hansara eru jú fullir av plágu, og allur ómakur hansara er ber gremja; um tað so er um náttina, finnur hjarta hansara ikki hvílu. – Eisini hetta er fáfongd.

2
Prædikarin 2:24 Prædikarin

Tað er jú ikki lukka, sum stendur til menniskjað sjálvt, at tað kann eta og drekka og gera sær góðar dagar í øllum strevi sínum. Eg dugdi at síggja, at eisini hetta kemur frá hond Guds, Hansara, sum hevur sagt:

2
Prædikarin 2:25 Prædikarin

„Hvør kann eta, og hvør kann njóta nakað, uttan Eg vil!“

2
Prædikarin 2:26 Prædikarin

Tí tað menniskja, sum gott er í eygum Hansara, tí gevur Hann vísdóm, kunnskap og gleði; men syndaranum gevur Hann – tann ómak at sanka og savna, so at ein, sum góður er í eygum Guds, kann fáa tað! – Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.

2
Prædikarin 7:14 Prædikarin

Hin góða dag skalt tú vera í góðum lagi, og hin ónda dag skalt tú minnast, at Gud hevur gjørt hann við, líka væl sum hin, fyri at menniskjan skal vita, at hon hevur einki eftir at vænta sær.

2
Matteus 5:3 Matteus

„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.

2
Matteus 5:4 Matteus

Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.

2
Matteus 5:5 Matteus

Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.

2
Matteus 5:6 Matteus

Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.

2
Matteus 5:7 Matteus

Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.

2
Matteus 5:8 Matteus

Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.

2