songur við endurtøku
297 versir um "songur við endurtøku"
Versir
Síða 1 av 6Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið
Havið tí einki við tey at gera!
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
Efesusbrævið 5:10 Efesusbrævið
– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum, og heimurin hoyrir teir.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. – Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:13 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí, at Hann hevur givið okkum av Anda Sínum, vita vit, at vit verða verandi í Honum, og Hann í okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vit hava sæð og vitnað, at Faðirin hevur sent Son Sín, heiminum til Frelsara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds – í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava dirvi dómadag; tí eins og Hann er, so eru eisini vit í hesum heimi!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
Sigur onkur: „Eg elski Gud“ – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:21 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.
Onnur Mósebók 23:13 Onnur Mósebók
Aktið eftir øllum, ið Eg havi sagt við tykkum! – Tú mást ikki taka aðrar gudar upp á tunguna; slíkt má ikki hoyrast av munni tínum!
Onnur Mósebók 23:14 Onnur Mósebók
Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda Mær høgtíð.
Onnur Mósebók 23:15 Onnur Mósebók
Tú skalt halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tá skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð, so sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíðina í abib mánaði; tí í tí mánaðinum fórt tú út av Egyptalandi. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan.
Onnur Mósebók 23:16 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú halda akurskurðarhøgtíðina, táið tú skert frumgróðurin av tí, ið tú sáaði í akurin, og heysthøgtíðina, táið árið er úti, táið tú savnar í hús ávøkstin av arbeiði tínum á markini.
Onnur Mósebók 23:17 Onnur Mósebók
Tríggjar ferðir um árið skulu allir menn tínir stíga fram fyri ásjón Harrans HARRANS.
Onnur Mósebók 23:18 Onnur Mósebók
Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofri Mínum saman við nøkrum, ið súrgað er. Feittið av hátíðarofri Mínum má ikki verða goymt til morgunin eftir.
Onnur Mósebók 23:19 Onnur Mósebók
Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera í hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.
Onnur Mósebók 23:20 Onnur Mósebók
Eg sendi eingil undan tær; hann skal varða teg á ferðini og fylgja tær til staðið, ið Eg havi ætlað tær.
Onnur Mósebók 23:21 Onnur Mósebók
Ansa tær væl fyri honum og akta hann, set teg ikki upp ímóti honum! Tí hann skal ikki fyrigeva lógbrot tykkara, við tað at navn Mítt er í honum.
Onnur Mósebók 23:22 Onnur Mósebók
Aktar tú hann og gert alt tað, ið Eg sigi, so skal Eg hata tey, ið hata teg, og vera ímóti teimum, ið eru ímóti tær.
Onnur Mósebók 23:23 Onnur Mósebók
Ja, eingil Mín skal ganga undan tær og fylgja tær til Amoritar, Hetitar, Perizitar, Kána’anitar, Hevitar og Jebusitar, og Eg skal oyða teir.
Onnur Mósebók 23:24 Onnur Mósebók
Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra ella fylgja siðum teirra; nei, tú skalt ríva niður avgudamyndir teirra og bróta sundur minnissteinar teirra.
Sálmarnir 115:1 Sálmarnir
Ikki okkum, HARRI, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld!
Sálmarnir 115:2 Sálmarnir
Hví skulu heidningarnir siga: „Hvar er nú Gud teirra!“
Sálmarnir 115:3 Sálmarnir
Gud okkara, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil.
Sálmarnir 115:4 Sálmarnir
Avgudar teirra eru silvur og gull, handaverk manna;
Sálmarnir 115:5 Sálmarnir
teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
Sálmarnir 115:6 Sálmarnir
teir hava oyru, men hoyra ikki; teir hava nøs, men lukta ikki;
Sálmarnir 115:7 Sálmarnir
teir hava hendur, men føla ikki, føtur, men ganga ikki; teir hava einki mál í barkanum.
Sálmarnir 115:8 Sálmarnir
Sum teir eru, verða tey, sum gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
Sálmarnir 115:9 Sálmarnir
Ísrael, lít á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.