Sólomon
19 versir um "Sólomon"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Kongabók 11:9 Fyrra Kongabók
Tá varð HARRIN illur við Sálomo, tí hann hevði vent hjarta sínum burtur frá HARRANUM Gudi Ísraels, sum tvær ferðir hevði opinberað Seg fyri honum,
Fyrra Kongabók 11:10 Fyrra Kongabók
og sum hevði lagt honum hetta so eina við, ikki at halda seg til fremmandar gudar – men hann hevði ikki hildið tað, ið HARRIN hevði álagt honum.
Fyrra Kongabók 11:11 Fyrra Kongabók
HARRIN segði tí við Sálomo: „Eftirsum so er vorðið við tær, og tú hevur ikki hildið sáttmála Mín og lógir Mínar, sum Eg havi givið tær, so skal Eg ríva ríkið frá tær og lata tænara tín fáa tað.
Fyrra Kongabók 11:12 Fyrra Kongabók
Men fyri Dávids, faðirs tíns, skuld skal Eg ikki gera tað, meðan tú ert á lívi – frá syni tínum skal Eg ríva ríkið.
Fyrra Kongabók 11:13 Fyrra Kongabók
Tó skal Eg ikki ríva alt ríkið frá honum; eina ætt skal Eg lata son tín fáa fyri Dávids, tænara Míns, skuld, og fyri Jerusalems skuld, sum Eg havi útvalt.“
Seinna Krønikubók 9:23 Seinna Krønikubók
Úr øllum ættum jarðarinnar komu kongar at síggja Sálomo og hoyra vísdóm hansara, sum Gud hevði lagt í hjarta hansara;
Fyrra Kongabók 11:4 Fyrra Kongabók
Táið Sálomo varð gamal, drógu konur hansara hjarta hansara til fremmandar gudar, og hjarta hansara var ikki longur heilt við HARRANUM Gudi hansara, soleiðis sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið.
Seinna Sámuelsbók 12:24 Seinna Sámuelsbók
So troystaði Dávid Batsebu, konu sína; og hann fór inn til hennara og lá hjá henni; og hon átti son, sum hann gav navnið Sálomo; hann elskaði HARRIN;
Fyrra Kongabók 10:17 Fyrra Kongabók
og 300 smáar skjøldir av slignum gulli – tríggjar minur av gulli fóru í hvønn skjøldin – og kongurin læt leggja teir í Libanonskóghús.
Fyrra Kongabók 10:23 Fyrra Kongabók
Sálomo kongur gjørdist størri enn allir kongar á jørðini í ríkidømi og vísdómi.
Fyrra Kongabók 11:3 Fyrra Kongabók
Hann hevði 700 konur – prinsessur – og 300 hjákonur; og konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá HARRANUM.
Seinna Krønikubók 1:7 Seinna Krønikubók
Somu nátt opinberaði Gud Seg fyri Sálomo og segði við hann: „Sig, hvat tú vilt, at Eg skal geva tær!“
Seinna Krønikubók 1:8 Seinna Krønikubók
Sálomo svaraði Gudi: „Tú hevur víst Dávidi, faðir mínum, stóra náði og gjørt meg til kong eftir hann.
Seinna Krønikubók 1:9 Seinna Krønikubók
Lat tí nú, HARRI Gud, tað, ið Tú lovaði Dávidi, faðir mínum, roynast satt! Tí Tú hevur gjørt meg til kong yvir fólki, ið er líka nógv í tali sum dustið á jørðini.
Seinna Krønikubók 1:10 Seinna Krønikubók
Gev mær tí vísdóm og kunnskap, so eg dugi at bera meg beint at við hetta fólk! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!“
Seinna Krønikubók 1:11 Seinna Krønikubók
Tá segði Gud við Sálomo: „Aftur fyri at tað var hetta, ið búði tær í hjarta, og tú ikki baðst um ríkidømi, skattir, heiður ella lív fígginda tína, ei heldur um langt lív – nei, baðst um vísdóm og kunnskap, so tú kanst døma fólk Mítt, sum Eg havi gjørt teg til kong yvir –
Seinna Krønikubók 1:12 Seinna Krønikubók
so er vísdómur og kunnskapur givin tær; og Eg skal eisini geva tær ríkidømi, skattir og heiður, meiri, enn nakar kongur undan tær hevur havt, og meiri, enn nakar eftir teg skal hava.“
Seinna Krønikubók 9:24 Seinna Krønikubók
og allir høvdu teir gávur við: Silvuríløt, gullíløt, klæði, vápn, kryddurtir, hestar og múldýr; soleiðis gekk ár eftir ár.
Seinna Krønikubók 9:25 Seinna Krønikubók
Sálomo hevði 4000 hestapør og vagnar og 12000 hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerusalem hjá sær.