sól
73 versir um "sól"
Versir
Síða 2 av 2Sálmarnir 72:4 Sálmarnir
Hann skal fáa hinum ørmu av fólkinum rætt; Hann skal frelsa børn hins fátæka og sláa niður kúgaran.
Sálmarnir 72:5 Sálmarnir
Tey skulu óttast Teg, so leingi sum sólin lýsir, og mánin skínur, mann eftir mann.
Sálmarnir 72:6 Sálmarnir
Hann skal koma niður sum regn á nýslignan bø, sum skúrur, ið vætir jørðina.
Sálmarnir 72:7 Sálmarnir
Á døgum Hansara skal hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða, inntil mánin er ikki til longur.
Sálmarnir 72:8 Sálmarnir
Frá havi til hav skal Hann ráða, frá ánni at endum jarðarinnar.
Sálmarnir 72:9 Sálmarnir
Teir, ið búgva í oyðimørkini, skulu boyggja knæ fyri Honum, og fíggindar Hansara skulu sleikja dust.
Sálmarnir 72:10 Sálmarnir
Kongarnir úr Tarsis og oyggjunum skulu bera fram gávur, kongarnir úr Sjeba og Seba skulu koma við skatti.
Sálmarnir 72:11 Sálmarnir
Allir kongar skulu falla niður fyri Honum, øll fólkasløg skulu tæna Honum.
Sálmarnir 72:12 Sálmarnir
Tí Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur.
Sálmarnir 72:13 Sálmarnir
Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa.
Sálmarnir 72:14 Sálmarnir
Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi; blóð teirra skal vera dýrt í eygum Hansara.
Sálmarnir 72:15 Sálmarnir
Hann skal liva, og gull úr Sjeba skal verða Honum givið; altíð skulu tey biðja fyri Honum, signa Hann allan dagin.
Sálmarnir 72:16 Sálmarnir
Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum; sum Libanon skal grøði tess súsa, og fólk skal spretta upp í býunum sum grasið á jørðini.
Sálmarnir 72:17 Sálmarnir
Signað veri navn Hansara í allar ævir! Navn hansara skal liva, so leingi sum sólin skínur; og í Honum skulu tey signa seg, allar tjóðir skulu prísa Hann sælan.
Sálmarnir 72:18 Sálmarnir
Lovaður veri Gud HARRIN, Gud Ísraels, Hann, sum eina ger undurverk!
Sálmarnir 72:19 Sálmarnir
Og lovað veri dýra navn Hansara í allar ævir! – Øll jørðin skal verða full av dýrd Hansara. Amen, amen!
Sálmarnir 72:20 Sálmarnir
Her enda bønir Dávids, sonar Ísai.
Sálmarnir 104:5 Sálmarnir
Tú festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir.
Esaias 47:13 Esaias
Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum – lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma!
Esaias 47:14 Esaias
Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um!
Amos 5:8 Amos
Hann, sum hevur skapt Sjeystjørnuna og Orion, ger deyðaskuggan til morgun og ger dagin myrkan sum náttina – Hann, sum rópar vatnið í sjónum og stoytir tað út yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara!
Malakias 4:2 Malakias
Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum, og tit skulu fara út og spæla sum gøðingarkálvar.
Seinna Pætursbrævið 3:10 Seinna Pætursbrævið
Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.