Sofía

39 versir um "Sofía"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 8:1 Orðtøkini

Hoyrið! Vísdómurin rópar, og vitið letur rødd sína hoyrast.

8
Orðtøkini 8:2 Orðtøkini

Uppi á heyggjum við vegin stendur hann, á vegamótum;

8
Orðtøkini 8:3 Orðtøkini

við portrini, har sum farið verður út úr býnum, har sum farið verður inn um liðini, rópar hann hart:

8
Orðtøkini 8:4 Orðtøkini

„Eg kalli á tykkum, menn, og rødd mín ljóðar til menniskjabørnini.

8
Orðtøkini 8:5 Orðtøkini

Lærið klókskap, tit fávitskutu, lærið vit, tit dárar!

8
Orðtøkini 8:6 Orðtøkini

Hoyrið! Tí um tað, ið høgt er, tali eg, og eg lati upp varrar mínar við rættvísum orðum;

8
Orðtøkini 8:7 Orðtøkini

tunga mín talar sannleika, og gudloysi er vørrum mínum andstygd.

8
Orðtøkini 8:8 Orðtøkini

Øll orð muns míns eru røtt, einki falskt ella rangvørgt er í teimum.

8
Orðtøkini 8:9 Orðtøkini

Tey eru øll somul hinum vitiga einføld og teimum røtt, sum hava funnið kunnskap.

8
Orðtøkini 8:10 Orðtøkini

Takið við tykt míni heldur enn silvuri, takið við kunnskapi heldur enn útvaldum gulli!

8
Orðtøkini 8:11 Orðtøkini

Tí vísdómur er betri enn perlur, og av øllum dýrgripum er eingin sum hann.

8
Orðtøkini 8:12 Orðtøkini

Eg, vísdómurin, havi klókskap í ogn, og eg dugi at finna vitig ráð.

8
Orðtøkini 8:13 Orðtøkini

At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.

8
Orðtøkini 8:14 Orðtøkini

Eg eigi ráð og vísdóm, eg havi vit, eg havi styrki.

8
Orðtøkini 8:15 Orðtøkini

Við mær stýra kongarnir, og við mær áseta høvdingarnir tað, ið rætt er.

8
Orðtøkini 8:16 Orðtøkini

Við mær ráða stjórnarmenninir og stórmenninir, ja, allir dómarar á jørðini.

8
Orðtøkini 8:17 Orðtøkini

Eg elski tey, sum elska meg, og tey, sum leita eftir mær, skulu finna meg.

8
Orðtøkini 8:18 Orðtøkini

Hjá mær er ríkidømi og heiður, gamalt arvagóðs og rættvísi.

8
Orðtøkini 8:19 Orðtøkini

Ávøkstur mín er betri enn gull, ja, fínasta gull, og vinningurin, ið eg gevi, er betri enn útvalt silvur.

8
Orðtøkini 8:20 Orðtøkini

Á rættferðarvegi gangi eg, mitt á rættvísigøtum;

8
Orðtøkini 8:21 Orðtøkini

tí gevi eg teimum, ið elska meg, sannan ríkdóm í arv og fylli goymslur teirra.

8
Orðtøkini 8:22 Orðtøkini

Meg skapti HARRIN sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað.

8
Orðtøkini 8:23 Orðtøkini

Frá ævunum eri eg vorðin til, frá upphavi, áðrenn jørðin var.

8
Orðtøkini 8:24 Orðtøkini

Táið avgrundirnar ikki vóru til enn, varð eg føddur, áðrenn nakrar keldur, fullar av vatni, vóru til.

8
Orðtøkini 8:25 Orðtøkini

Áðrenn fjallagrundirnar vórðu lagdar, áðrenn heyggjarnir vórðu til, varð eg føddur,

8
Orðtøkini 8:26 Orðtøkini

áðrenn Hann hevði skapt jørðina og markina og fyrsta moldklump jarðarríkis.

8
Orðtøkini 8:27 Orðtøkini

Táið Hann bygdi himmalin, var eg har, táið Hann setti hvølv yvir djúpið.

8
Orðtøkini 8:28 Orðtøkini

Táið Hann festi skýggini í erva og gav keldunum í djúpinum fasta stað teirra,

8
Orðtøkini 8:29 Orðtøkini

táið Hann setti sjónum mark, so vøtnini fara ikki longur, enn Hann sigur til, táið Hann legði grundvøllir jarðar

8
Orðtøkini 8:30 Orðtøkini

– tá var eg verkstjóri Hansara, og eg var gleði Hansara dag eftir dag; altíð spældi eg fyri ásjón Hansara;

8
Orðtøkini 8:31 Orðtøkini

eg spældi á allari jørð Hansara, so víð sum hon var, og gleði mína hevði eg í menniskjabørnunum.

8
Orðtøkini 8:32 Orðtøkini

Og nú, børn, lurtið eftir mær! Sæl eru tey, sum fylgja leiðum mínum!

8
Orðtøkini 8:33 Orðtøkini

Lurtið eftir tykt míni og verðið vís, vanvirðið hana ikki!

8
Orðtøkini 8:34 Orðtøkini

Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar!

8
Orðtøkini 8:35 Orðtøkini

Tí tann, ið finnur meg, finnur lívið og fær náði frá HARRANUM.

8
Orðtøkini 8:36 Orðtøkini

Men tann, ið ikki finnur meg, skaðar seg sjálvan; ein og hvør, ið hatar meg, elskar deyðan.“

8
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið

Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!

4
Fyrsta Mósebók 49:27 Fyrsta Mósebók

Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann tað, ið hann hevur tikið, um kvøldið skiftir hann út fong.“

3
Rómverjabrævið 11:33 Rómverjabrævið

Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara!

3