so-kallaðir "kend-andar"
46 versir um "so-kallaðir "kend-andar""
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Esaias 19:3 Esaias
Andi Egypta skal svíkja innan í teimum, og ráð teirra skal Eg gera til einkis; teir skulu leita til avgudarnar og gandakallarnar, til teirra, sum mana upp deyð, og til spámenninar.
Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan
Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.
Ápostlasøgan 16:17 Ápostlasøgan
Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: „Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!“
Ápostlasøgan 16:18 Ápostlasøgan
Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: „Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!“ Og hann fór út í somu stund.
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók
Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fyrra Sámuelsbók 28:3 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel var deyður, og alt Ísrael hevði syrgt hann; teir høvdu jarðað hann í Rama, har sum hann búði. Saul hevði rikið av landinum tey, sum manaðu deyð, og sum spáaðu.
Fyrra Sámuelsbók 28:4 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú Filistarar høvdu savnað seg, komu teir og tóku støðu við Sunem. Tá savnaði eisini Saul alt Ísrael, og teir tóku støðu á Gilboa.
Fyrra Sámuelsbók 28:5 Fyrra Sámuelsbók
Táið Saul sá Filistaraherin, ræddist hann so, at hjarta hansara pipraði.
Fyrra Sámuelsbók 28:6 Fyrra Sámuelsbók
Og Saul spurdi HARRAN; men HARRIN svaraði honum ikki, hvørki í dreymum, við urim ella við profetum.
Fyrra Sámuelsbók 28:7 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul við tænarar sínar: „Finnið mær eina kvinnu, sum dugir at mana upp deyð, so skal eg fara til hennara og spyrja hana!“ Tænarar hansara svaraðu: „Í En-Dor er ein kvinna, sum dugir at mana.“
Fyrra Sámuelsbók 28:8 Fyrra Sámuelsbók
Saul gjørdi seg nú ókenniligan, læt seg í onnur klæði og fór so avstað við tveimum fylgissveinum. Teir komu á náttartíð til kvinnuna, og Saul segði: „Spáa mær við at mana upp ein deyðan, og fá mær tann upp, sum eg sigi tær!“
Fyrra Sámuelsbók 28:9 Fyrra Sámuelsbók
Kvinnan svaraði honum: „Tú veitst jú sjálvur, hvat Saul hevur gjørt, hvussu hann hevur beint av landinum tey, sum mana upp deyð, og sum spáa – hví setur tú tá snerru fyri lív mítt til at volda mær deyðan?“
Fyrra Sámuelsbók 28:10 Fyrra Sámuelsbók
Tá svór Saul henni eið um HARRAN og segði: „So satt sum HARRIN livir, skal eingin skyld koma oman yvir teg í hesum!“
Fyrra Sámuelsbók 28:11 Fyrra Sámuelsbók
So segði kvinnan: „Hvønn skal eg tá mana tær upp?“ Hann svaraði: „Mana mær Sámuel upp!“
Fyrra Sámuelsbók 28:12 Fyrra Sámuelsbók
Men táið kvinnan sá Sámuel, skar hon í hart róp, og hon segði við Saul: „Hví hevur tú svikið meg? Tú ert jú Saul!“
Fyrra Sámuelsbók 28:13 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði kongurin við hana: „Ræðst ikki! Men hvat sært tú?“ Kvinnan svaraði Saul: „Eg síggi ein gud koma upp úr jørðini.“
Fyrra Sámuelsbók 28:14 Fyrra Sámuelsbók
Hann segði aftur við hana: „Hvussu sær hann út?“ Hon svaraði: „Gamal maður kemur upp, sveipaður í kappa.“ Tá skilti Saul, at tað var Sámuel, og hann kastaði seg niður við andlitinum til jarðar.
Fyrra Sámuelsbók 28:15 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði við Saul: „Hví hevur tú órógvað meg og fingið meg upp?“ Saul svaraði: „Eg eri í stórari neyð; Filistarar eru komnir í hernað móti mær, og Gud er vikin frá mær og svarar mær ikki longur, hvørki við profetum ella í dreymum. Tí havi eg kallað teg upp, fyri at tú skalt siga mær, hvat eg skal gera.“
Fyrra Sámuelsbók 28:16 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Sámuel: „Hví spyrt tú meg, táið HARRIN er vikin frá tær og er vorðin fíggindi tín?
Fyrra Sámuelsbók 28:17 Fyrra Sámuelsbók
HARRIN hevur nú gjørt við teg, sum Hann segði við mær – HARRIN hevur rivið kongadømið úr hond tíni og givið einum øðrum tað, Dávidi.
Fyrra Sámuelsbók 28:18 Fyrra Sámuelsbók
Aftur fyri at tú aktaði ikki orð HARRANS og lætst ikki Amalek kenna brennandi vreiði Hansara, so hevur HARRIN nú gjørt hetta við teg!
Fyrra Sámuelsbók 28:19 Fyrra Sámuelsbók
HARRIN skal geva bæði teg og Ísrael í hendur Filistara, og í morgin skulu tú og synir tínir vera hjá mær; eisini her Ísraels skal HARRIN geva í hendur Filistara!“
Fyrra Sámuelsbók 28:20 Fyrra Sámuelsbók
Tá fall Saul við tað sama endilangur til jarðar, slík ræðsla kom á hann av orðum Sámuels; hann hevði eisini fingið maktarloysi, tí hann hevði einki leskað allan dagin og alla náttina.
Fyrra Sámuelsbók 28:21 Fyrra Sámuelsbók
Kvinnan kom nú yvir til Saul, og táið hon sá, at hann var frá sær sjálvum av ræðslu, segði hon við hann: „Tænastukvinna tín aktaði orð tíni; eg vágaði lívið og gjørdi, sum tú segði við meg.
Fyrra Sámuelsbók 28:22 Fyrra Sámuelsbók
So akta nú eisini tú tænastukvinnu tína – lat meg seta ein breyðbita fyri teg, og et, so tú kanst hava megi, táið tú fert avstað!“
Fyrra Sámuelsbók 28:23 Fyrra Sámuelsbók
Men hann bar seg undan og segði: „Eg vil ongan mat hava!“ Men táið bæði menn hansara og kvinnan noyddu hann, gav hann eftir fyri teimum, reistist upp av jørðini og setti seg á songina.
Fyrra Sámuelsbók 28:24 Fyrra Sámuelsbók
Kvinnan hevði gøðingarkálv í húsinum; hann skundaði hon sær at drepa, og so tók hon mjøl, knoðaði tað og bakaði ósúrgað breyð.
Fyrra Sámuelsbók 28:25 Fyrra Sámuelsbók
Síðani setti hon tað fyri Saul og tænarar hansara, og táið teir høvdu etið, reistust teir og fóru avstað somu nátt.
Seinna Kongabók 21:6 Seinna Kongabók
Hann læt son sín ganga gjøgnum eldin, fekst við spádóm og gand, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Seinna Kongabók 23:24 Seinna Kongabók
Josias oyddi eisini tey, sum manaðu deyð, og spámenninar, húsgudarnar, avgudarnar og allar viðurstygdirnar, ið høvdu verið at sæð í Judalandi og Jerusalem – tí hann vildi halda lógorðini, sum skrivað vóru í bókini, ið Hilkia prestur hevði funnið í húsi HARRANS.
Fyrra Krønikubók 10:13 Fyrra Krønikubók
Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
Seinna Krønikubók 33:6 Seinna Krønikubók
Hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við spádóm, gand og svartakunst, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fimta Mósebók 18:13 Fimta Mósebók
Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
Fimta Mósebók 18:14 Fimta Mósebók
Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt.
Dániel 2:27 Dániel
Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.
Nahum 3:4 Nahum
Alt hetta kemur av hinum nógva siðloysi, ið hon dreiv, skøkjan, hin fagra, fulllærd í gandi, hon, ið seldi fólkasløg við siðloysi sínum og heilar ættir við gandi sínum.
Ápostlasøgan 8:9 Ápostlasøgan
Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“