Snjór
25 versir um "Snjór"
Versir
Síða 1 av 1Job 37:6 Job
Hann sigur við kavan: „Fall á jørðina!“ – somuleiðis við regnið, sterka grovregn Sítt.
Sálmarnir 51:7 Sálmarnir
Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi.
Esaias 1:18 Esaias
Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
Esaias 55:10 Esaias
Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,
Fjórða Mósebók 12:10 Fjórða Mósebók
Táið nú skýggið dró burtur av tjaldinum, var Mirjam spitølsk – hvít sum kavi; táið Áron vendi sær móti Mirjam, sá hann, at hon var spitølsk.
Sálmarnir 68:14 Sálmarnir
Táið tit liggja millum fæstikini, er tað sum silvurlagdir dúvuveingir og veingjafjaðrar við grønligum gullglansi.
Sálmarnir 147:16 Sálmarnir
Hann gevur kava sum ull, stroyir út rím sum øsku;
Dániel 7:9 Dániel
Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi, og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur.
Matteus 28:3 Matteus
Hann var sum snarljós at síggja, og klæði hansara vóru hvít sum kavi.
Opinberingin 1:14 Opinberingin
Høvd og hár Hansara vóru hvít, sum hvít ull, sum kavi, og eygu Hansara sum eldslogi.
Onnur Mósebók 4:6 Onnur Mósebók
Framvegis segði HARRIN við hann: „Stikk hondina inn í barmin!“ Hann stakk tá hondina inn í barmin; og táið hann tók hana út aftur, var hondin hvít sum kavi av spitalsku.
Seinna Sámuelsbók 23:20 Seinna Sámuelsbók
Benaja, sonur Jójada, úr Kabze’el, var reystmenni, ið hevði útint stór manndómsverk; hann feldi báðar leyvukapparnar í Móab. Ein dagin tað hevði kavað, fór hann niður og drap eina leyvu í einum brunni.
Seinna Kongabók 5:27 Seinna Kongabók
– Afturfyri skal spitalska Na’amans hanga uppi í tær og eftirkomarum tínum til ævigar tíðir!“ – Og hann fór út frá honum, snjóhvítur av spitalsku.
Job 6:16 Job
sum eru gruggutir av ísi, og sum kavi er fjaldur í,
Job 9:30 Job
Um eg so vaskaði mær í kava og reinsaði hendur mínar í lúti,
Job 24:19 Job
Sum krapi hvørvur í turki og hita, so gloypir deyðaríkið teimum, ið synda.
Job 38:22 Job
Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins,
Sálmarnir 148:8 Sálmarnir
eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk,
Orðtøkini 25:13 Orðtøkini
Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns.
Orðtøkini 26:1 Orðtøkini
Sum kavi um summarið og regn um heystið, so illa hóskar heiður dáranum.
Orðtøkini 31:21 Orðtøkini
Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.
Jeremias 18:14 Jeremias
Man kavin á Libanon fara burtur av hinum høga fjalli! Ella torna tey upp, hini svalligu vøtn, sum koma rennandi úr fjarløgu!
Sorgarsongirnir 4:7 Sorgarsongirnir
Høvdingar hennara vóru reinari enn kavi, hvítari enn mjólk; kroppur teirra var reyðari enn koralar; teir sóu út sum safirur.
Markus 9:3 Markus
og klæði Hansara vórðu skínandi, ógvuliga hvít, hvítari, enn nakar bleikjari á jørðini kann gera klæði.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,