snildluzo / svik
17 versir um "snildluzo / svik"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 101:7 Sálmarnir
eingin, ið ger svik, skal búgva í húsi mínum; eingin, ið gongur við lygn, skal verða standandi fyri eygum mínum.
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Orðtøkini 20:17 Orðtøkini
Breyð, vunnið við sviki, smakkar søtt í munninum, men aftaná fyllist muðurin av smásteinum.
Sálmarnir 120:2 Sálmarnir
HARRI, frels sál mína frá lygivørrum, frá hini følsku tungu!
Orðtøkini 26:24 Orðtøkini
Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik.
Orðtøkini 26:25 Orðtøkini
Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!
Orðtøkini 26:26 Orðtøkini
Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.
Sálmarnir 36:3 Sálmarnir
Hann setur æru í, at synd hansara verður funnin, og at hann verður hataður fyri hana.
Sálmarnir 43:1 Sálmarnir
Fá mær rætt, Gud, barst fyri málevni mítt móti fólki, ið ikki kennir til miskunn, frels meg frá følskum, órættvísum monnum!
Orðtøkini 19:9 Orðtøkini
Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan.
Jeremias 17:9 Jeremias
Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið
Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Fyrra Pætursbrævið 3:10 Fyrra Pætursbrævið
Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik!