snarrarar / sikkarar
25 versir um "snarrarar / sikkarar"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
Fimta Mósebók 19:15 Fimta Mósebók
Ikki má bert eitt vitni stíga fram móti manni, táið tað viðvíkur nakrari misgerð ella synd – tað veri nú hvør synd, ið tað vera vil, ið hann hevur gjørt; eftir tí, sum tvey ella trý vitni siga, skal mál gerast av.
Seinna Tessalonikabrævið 3:11 Seinna Tessalonikabrævið
Tí vit hoyra, at nøkur av tykkum liva óregluliga og arbeiða ikki, men fáast við slíkt, sum ikki kemur teimum við.
Seinna Tessalonikabrævið 3:12 Seinna Tessalonikabrævið
Slíkum geva vit tað boð og áminna tey í Harranum Jesusi Kristi, at tey arbeiða still og eta sítt egna breyð.
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
Efesusbrævið 5:10 Efesusbrævið
– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
Efesusbrævið 5:13 Efesusbrævið
Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós.
Triðja Mósebók 19:16 Triðja Mósebók
Tú mást ikki ganga um og spilla fólk út. Tú mást ikki liggja næsta tínum eftir lívinum. – Eg eri HARRIN!
Orðtøkini 30:10 Orðtøkini
Baktala ikki tænaran fyri harra hansara, tí so biður hann ilt fyri tær, og tú dregur skyld oman yvir teg!
Orðtøkini 30:11 Orðtøkini
Tað kyn er til, sum bannar faðir sínum og signar ikki móður sína,
Orðtøkini 30:12 Orðtøkini
kyn, sum reint er í egnum eygum, og sum tó ikki hevur vaskað sítt egna skarn av sær,
Orðtøkini 30:13 Orðtøkini
kyn – sum eygu tess eru stolt! Sum eygnakøst tess eru full av hugmóði! –
Orðtøkini 30:14 Orðtøkini
kyn – tenninar í tí eru svørð, og jakslir tess eru knívar, sum eta hini ørmu út úr landinum og hini fátæku burt úr menniskjatali.
Orðtøkini 30:15 Orðtøkini
Blóðigulin hevur tvær døtur: „Gev! Gev!“ – Trý eru sum aldri mettast, fýra, sum aldri siga: „Nóg mikið!“
Orðtøkini 30:16 Orðtøkini
Tey eru: Deyðaríkið og ófruktbart móðurlív, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: „Nóg mikið!“
Orðtøkini 30:17 Orðtøkini
Tann, ið háðar faðir sín og ikki vil vita av at akta móður sína, eyga hansara skulu ravnarnir við løkin pikka út, og arnarungar skulu eta tað.
Orðtøkini 30:18 Orðtøkini
Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg fati ikki:
Orðtøkini 30:19 Orðtøkini
Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.
Orðtøkini 30:20 Orðtøkini
Hetta er atburður konu, ið ótrúgv er: Hon etur, turkar sær um munnin og sigur: „Eg havi einki ilt gjørt!“