smyrjingin
26 versir um "smyrjingin"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið
Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Esaias 61:2 Esaias
at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja,
Esaias 61:3 Esaias
at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
Esaias 61:4 Esaias
Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.
Esaias 61:5 Esaias
Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara.
Esaias 61:6 Esaias
Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga.
Esaias 61:7 Esaias
Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut.
Esaias 61:8 Esaias
Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.
Esaias 61:9 Esaias
Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað.
Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Esaias 61:11 Esaias
Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.
Markus 6:13 Markus
Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt.
Fyrra Sámuelsbók 16:13 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.
Onnur Mósebók 29:7 Onnur Mósebók
Tak so salvuoljuna og hell hana út yvir høvd hansara og salva hann!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 89:20 Sálmarnir
Ta ferðina talaði Tú í sjón við hini heilagu Tíni og segði: „Eg havi lagt hjálp í hondina á einum veldigum, Eg havi gjørt unglinga av fólkinum høgan;
Ápostlasøgan 10:38 Ápostlasøgan
– um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.