Smil
30 versir um "Smil"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 15:13 Orðtøkini
Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Job 9:27 Job
Um eg sigi: „Eg skal gloyma sorg mína, eg skal lata myrka andlit mítt fara og vera glaður!“
Orðtøkini 15:14 Orðtøkini
Hjarta hins vitiga leitar eftir kunnskapi, men í munni dáranna er einki uttan dárskapur.
Fjórða Mósebók 6:25 Fjórða Mósebók
HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Sálmarnir 30:5 Sálmarnir
Lovsyngið HARRANUM, tit heilagu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 34:5 Sálmarnir
Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist.
Sálmarnir 96:1 Sálmarnir
Syngið HARRANUM nýggjan song! Syng fyri HARRANUM, øll jørðin!
Sálmarnir 96:2 Sálmarnir
Syngið fyri HARRANUM og lovið navni Hansara, kunngerið dag eftir dag frelsu Hansara!
Sálmarnir 96:3 Sálmarnir
Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara!
Sálmarnir 96:4 Sálmarnir
Tí HARRIN er stórur og hálovaður; øgiligur er Hann yvir øllum gudum.
Sálmarnir 96:5 Sálmarnir
Tí allir gudar tjóðanna eru einki, men HARRIN er tann, ið hevur gjørt himmalin.
Sálmarnir 96:6 Sálmarnir
Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og prýði eru í halgidómi Hansara.
Sálmarnir 96:7 Sálmarnir
Gevið HARRANUM, tit fólkaættir, gevið HARRANUM heiður og prís!
Sálmarnir 96:8 Sálmarnir
Gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið í forgarðar Hansara!
Sálmarnir 96:9 Sálmarnir
Tilbiðið HARRAN í heilagum prýði! Skelv fyri ásjón Hansara, øll jørðin!
Sálmarnir 96:10 Sálmarnir
Sigið millum fólkasløgini: „HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki; við rættvísi dømir Hann fólkini.“
Sálmarnir 96:11 Sálmarnir
Himmalin gleðist, jørðin fegnist! Havið brúsi, og alt, sum í tí er!
Sálmarnir 96:12 Sálmarnir
Markin frøi seg, og alt, ið henni er á! Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum
Sálmarnir 96:13 Sálmarnir
– fyri ásjón HARRANS; tí Hann kemur, Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkini í trúfesti Síni.
Sálmarnir 119:127 Sálmarnir
– Tí elski eg boð Tíni meir enn gull, ja, meir enn fínt gull.
Sálmarnir 119:135 Sálmarnir
Lat ásjón Tína lýsa yvir tænara Tín, og lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 139:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. HARRI, Tú rannsakar meg og kennir meg!
Orðtøkini 15:30 Orðtøkini
Mild eygu gleða hjartað; góð tíðindi geva merg í beinini.
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Esaias 51:11 Esaias
Ja, endurloystu HARRANS skulu koma aftur og koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði skulu tey fáa, sorg og suff skulu flýggja.
Efesusbrævið 6:7 Efesusbrævið
og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum!
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,