smágruppur / klik
118 versir um "smágruppur / klik"
Versir
Síða 2 av 3Matteus 23:37 Matteus
Jerusalem, Jerusalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.
Matteus 23:38 Matteus
Hús tykkara skal latast tykkum oyðið!
Matteus 23:39 Matteus
Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit ikki síggja Meg, fyrrenn tit siga: „Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!““
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Prædikarin 5:1 Prædikarin
Ver ikki skjótur við munninum, og lat ikki hjarta títt vera ov kvikt at bera fram orð fyri ásjón Guds! Gud er jú í Himli, og tú ert á jørðini; lat tí orð tíni vera fá!
Prædikarin 5:2 Prædikarin
Tí av miklum strevi koma dreymar, og av orðanøgd kemur dáratala.
Prædikarin 5:3 Prædikarin
Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!
Prædikarin 5:4 Prædikarin
Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og heldur tað ikki.
Prædikarin 5:5 Prædikarin
Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: „Eg leyp framav!“ – Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt!
Prædikarin 5:6 Prædikarin
Tí har sum nógvir dreymar eru, er eisini nógv fáfongd, og somuleiðis har sum mong orð eru. – Nei, óttast Gud!
Prædikarin 5:7 Prædikarin
Sært tú hin fátæka verða kúgaðan, og rætt og rættvísi verða undirtraðkað í landinum, so undrast tú ikki á tað! Tí ein hægri aktar eftir hinum høga, og ein enn hægri aktar eftir teimum báðum!
Prædikarin 5:8 Prædikarin
Og ið hvussu er: Tað er landi til frama, at kongur er, sum fólkið aktar.
Prædikarin 5:9 Prædikarin
Tann, ið elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, ið elskar ríkdóm, fær aldri nóg mikið; eisini hetta er tómt.
Prædikarin 5:10 Prædikarin
Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
Prædikarin 5:11 Prædikarin
Søtur er svøvnur arbeiðsmansins, um hann nú etur lítið ella nógv; men yvirflóð hins ríka ger, at hann fær ikki sovið.
Prædikarin 5:12 Prædikarin
Syndarligan stand havi eg sæð undir sólini: Ríkdóm, ið ánarin hevur spart saman, sær sjálvum til vanlukku!
Prædikarin 5:13 Prædikarin
Missir hann so av óhappi henda ríkdóm, fær sonur hansara – um hann eigur ein – einki av honum.
Prædikarin 5:14 Prædikarin
Sum hann kom úr móðurlívi, so skal hann fara burtur aftur, líka nakin sum hann kom, og fyri strev sítt fær hann einki, sum hann kann hava við sær.
Prædikarin 5:15 Prædikarin
Eisini hetta er syndarligur standur: Júst so sum hann kom, fer hann burtur aftur; hvønn vinning hevur hann nú av, at hann pøsir seg so – fyri vind!
Prædikarin 5:16 Prædikarin
Og aftrat hesum etur hann allar dagar sínar breyð sítt í myrkrinum, og nógva sorg hevur hann at dragast við – og so sjúkdóm sín og vreiði sína.
Prædikarin 5:17 Prædikarin
Nei, tað, ið eg haldi vera gott og vakurt, er at eta og drekka og njóta hitt góða aftur fyri alt strevið, ið ein pøsir seg við undir sólini, allar lívsdagarnar ið Gud gevur honum; tí hetta er lutur hansara.
Prædikarin 5:18 Prædikarin
Og táið Gud gevur onkrum ríkidømi og góðs og haraftrat unnir honum at kunna njóta gott av tí og taka lut sín og gleða seg í strevi sínum, tá er hetta gáva Guds.
Prædikarin 5:19 Prædikarin
Tí tá hugsar hann ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns.
Rómverjabrævið 8:1 Rómverjabrævið
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
Rómverjabrævið 8:2 Rómverjabrævið
Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.
Rómverjabrævið 8:3 Rómverjabrævið
Tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum,
Rómverjabrævið 8:4 Rómverjabrævið
fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum.
Rómverjabrævið 8:5 Rómverjabrævið
Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga.
Rómverjabrævið 8:6 Rómverjabrævið
Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður.
Rómverjabrævið 8:7 Rómverjabrævið
Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað;
Rómverjabrævið 8:8 Rómverjabrævið
og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.
Rómverjabrævið 8:9 Rómverjabrævið
Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.
Rómverjabrævið 8:10 Rómverjabrævið
Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt – tað ger syndin; men andin er lív – tað ger rættvísin.
Rómverjabrævið 8:11 Rómverjabrævið
Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr.
Rómverjabrævið 8:12 Rómverjabrævið
So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum.
Rómverjabrævið 8:13 Rómverjabrævið
Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva.
Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið
So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið
Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“
Rómverjabrævið 8:16 Rómverjabrævið
Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.
Rómverjabrævið 8:17 Rómverjabrævið
Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið
Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.
Rómverjabrævið 8:19 Rómverjabrævið
Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.
Rómverjabrævið 8:20 Rómverjabrævið
Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana,
Rómverjabrævið 8:21 Rómverjabrævið
í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið
Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið
Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.
Rómverjabrævið 8:24 Rómverjabrævið
Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!
Rómverjabrævið 8:25 Rómverjabrævið
Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.