smágruppur / klik
118 versir um "smágruppur / klik"
Versir
Síða 1 av 3Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið
Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
Jákupsbrævið 2:1 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Trúgv tykkara á Harra okkara Jesus Kristus, hin dýrmæta, fylgist ikki við mannamuni!
Jákupsbrævið 2:2 Jákupsbrævið
Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum – og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum –
Jákupsbrævið 2:3 Jákupsbrævið
hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: „Set tú teg her í gott sæti!“ men siga við hin fátæka: „Statt tú har!“ ella: „Set teg her niðri við fótaskammul mín!“
Jákupsbrævið 2:4 Jákupsbrævið
– eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum!
Jákupsbrævið 2:5 Jákupsbrævið
Hoyrið, elskaðu brøður mínir: Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann!
Jákupsbrævið 2:6 Jákupsbrævið
Men tit hava vanært hin fátæka! – Eru tað ikki hinir ríku, ið kúga tykkum, og eru tað ikki teir, ið draga tykkum fyri dómstólarnar!
Jákupsbrævið 2:7 Jákupsbrævið
Eru tað ikki teir, ið spotta hitt góða navn, ið tit eru nevndir við!
Jákupsbrævið 2:8 Jákupsbrævið
Vissuliga – uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan“ – so gera tit væl.
Jákupsbrævið 2:9 Jákupsbrævið
Men gera tit mannamun, synda tit og verða av lógini revsaðir sum lógbrótarar.
Jákupsbrævið 2:10 Jákupsbrævið
Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.
Jákupsbrævið 2:11 Jákupsbrævið
Hann, sum segði: „Tú mást ikki dríva hor“, segði eisini: „Tú mást ikki drepa.“ – Um tú nú ikki drívur hor, men drepur, ert tú vorðin lógbrótari.
Jákupsbrævið 2:12 Jákupsbrævið
– Talið so og gerið so sum teir, ið skulu verða dømdir eftir lóg frælsisins!
Jákupsbrævið 2:13 Jákupsbrævið
Tí dómurin er honum miskunnarleysur, sum hevur ikki víst miskunn; men miskunn stígur djørv upp móti dóminum.
Matteus 23:1 Matteus
Tá talaði Jesus til fólkið og lærisveinar Sínar og segði:
Matteus 23:2 Matteus
„Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir.
Matteus 23:3 Matteus
Gerið og haldið tí alt, ið teir siga tykkum! Men takið ikki eftir verkum teirra! Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki!
Matteus 23:4 Matteus
Teir binda tungar byrðar, ringar at bera, og leggja menniskjum tær á herðarnar; men sjálvir vilja teir ikki nema tær við einum fingri.
Matteus 23:5 Matteus
Alt, ið teir gera, gera teir, fyri at menniskju skulu síggja tað; teir gera bønareimar sínar breiðar og duskar sínar stórar.
Matteus 23:6 Matteus
Teir vilja fegnir sita ovastir til borðs í veitslunum og á hinum fremstu sessunum í sýnagogunum
Matteus 23:7 Matteus
og verða heilsaðir á torgunum og kallaðir rabbi av menniskjum.
Matteus 23:8 Matteus
Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður.
Matteus 23:9 Matteus
Og tit skulu ongan á jørðini kalla faðir tykkara; tí ein er Faðir tykkara, Hann, sum er í Himli.
Matteus 23:10 Matteus
Ei heldur skulu tit lata kalla tykkum vegleiðarar; tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus.
Matteus 23:11 Matteus
Hin størsti av tykkum skal vera tænari tykkara.
Matteus 23:12 Matteus
Tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.
Matteus 23:13 Matteus
Men vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum; sjálvir fara tit ikki inn í tað, og teimum, sum vilja fara inn, geva tit ikki loyvi at fara.
Matteus 23:14 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir; tit skulu tí fáa tess harðari dóm.
Matteus 23:15 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit ferðast um á sjógvi og landi at vinna bert ein trúskifting; og táið hann er vorðin tað, gera tit hann til helvitisbarn, tvær ferðir so ringt sum tit eru sjálvir.
Matteus 23:16 Matteus
Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara! Tí tit siga: „Tann, ið svør um templið – tað er einki, men tann, ið svør um gullið í templinum, er bundin.“
Matteus 23:17 Matteus
Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gullið, ella templið, ið halgar gullið!
Matteus 23:18 Matteus
Framvegis: „Tann, ið svør um altarið – tað er einki, men tann, ið svør um gávuna á tí, er bundin.“
Matteus 23:19 Matteus
Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gávan, ella altarið, ið halgar gávuna!
Matteus 23:20 Matteus
Tann, sum tí svør um altarið, svør um tað og alt, ið á tí er.
Matteus 23:21 Matteus
Tann, ið svør um templið, svør um tað og Hann, sum í tí býr.
Matteus 23:22 Matteus
Og tann, ið svør um Himmalin, svør um hásæti Guds og Hann, sum í tí situr.
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Matteus 23:24 Matteus
Blindu vegleiðarar tykkara, sum síla mýggjabitan frá, men svølgja kamelin!
Matteus 23:25 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika.
Matteus 23:26 Matteus
Blindi Fariseari tín! Ger fyrst bikarið og fatið reint innan, so tey kunnu verða rein uttan við!
Matteus 23:27 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit líkjast kálkaðum grøvum, sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku.
Matteus 23:28 Matteus
Soleiðis síggja eisini tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.
Matteus 23:29 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit byggja gravir profetanna og prýða leiði hinna rættvísu og siga:
Matteus 23:30 Matteus
„Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, so høvdu vit ikki havt lut við teimum í blóði profetanna.“
Matteus 23:31 Matteus
So vitna tit tá um tykkum sjálvar, at tit eru børn teirra, sum drópu profetarnar!
Matteus 23:32 Matteus
Fyllið tit so eisini mál fedra tykkara!
Matteus 23:33 Matteus
– Høggormar! Ormaavkom! Hvussu kunnu tit sleppa undan dómi Helvitis!
Matteus 23:34 Matteus
Tí – ja, tí sendi Eg tykkum profetar, vísar og skriftlærdar! Summar av teimum skulu tit drepa og krossfesta, og summar skulu tit húðfleingja í sýnagogum tykkara og elta teir úr einum býi í annan –
Matteus 23:35 Matteus
fyri at tað skal koma yvir tykkum, alt hitt rættvísa blóð, ið úthelt er á jørðini, líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóð Zakariasar, sonar Barakiasar, sum tit drópu millum templið og altarið.
Matteus 23:36 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt hetta skal koma yvir hesa ætt!