sæluboðini
129 versir um "sæluboðini"
Versir
Síða 3 av 3Hebrearabrævið 1:1 Hebrearabrævið
Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetunum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum,
Hebrearabrævið 1:2 Hebrearabrævið
sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við.
Hebrearabrævið 1:3 Hebrearabrævið
Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.
Hebrearabrævið 1:4 Hebrearabrævið
Og Hann er vorðin so mikið størri enn einglarnir, sum Hann hevur arvað dýrari navn enn teir.
Hebrearabrævið 1:5 Hebrearabrævið
Tí við hvønn av einglunum hevur Hann nakrantíð sagt: „Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag“! og uppaftur: „Eg skal vera Honum Faðir, og Hann skal vera Mær Sonur“!
Hebrearabrævið 1:6 Hebrearabrævið
Og táið Hann aftur leiðir hin frumborna inn í heimin, sigur Hann: „Allir einglar Guds skulu tilbiðja Hann.“
Hebrearabrævið 1:7 Hebrearabrævið
Um einglarnar sigur Hann: „Hann ger einglar Sínar til vindar og tænarar Sínar til eldsloga“,
Hebrearabrævið 1:8 Hebrearabrævið
men um Sonin: „Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns.
Hebrearabrævið 1:9 Hebrearabrævið
Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar!“
Hebrearabrævið 1:10 Hebrearabrævið
Og: „Tú, Harri, grundfesti í upphavi jørðina, og Himlarnir eru handaverk Títt;
Hebrearabrævið 1:11 Hebrearabrævið
teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum klæði;
Hebrearabrævið 1:12 Hebrearabrævið
sum kápu skalt Tú balla teir saman, og teir skulu umbroytast. Men Tú ert hin sami, og ár Tíni skulu ikki fáa enda.“
Hebrearabrævið 1:13 Hebrearabrævið
Við hvønn av einglunum hevur Hann nakrantíð sagt: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul“!
Hebrearabrævið 1:14 Hebrearabrævið
– Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Lukas 6:20 Lukas
Hann lyfti tá upp eygu Síni, hugdi á lærisveinar Sínar og segði: „Sæl eru tit fátæku; tí ríki Guds er tykkara.
Lukas 6:21 Lukas
Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa.
Lukas 6:22 Lukas
Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum, táið tey ikki vilja vita av tykkum, og táið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld.
Lukas 6:23 Lukas
Gleðist tann dag og leypið av frøi! Tí løn tykkara er stór í Himli. Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar.
Lukas 6:24 Lukas
Men vei tykkum, tit ríku! Tí tit hava longu fingið troyst tykkara.
Lukas 6:25 Lukas
Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta.
Lukas 6:26 Lukas
Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!