slør
24 versir um "slør"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 34:33 Onnur Mósebók
Men táið Móses var liðugur at tala við tey, bant hann fyri andlit sítt.
Onnur Mósebók 34:34 Onnur Mósebók
Og hvørja ferð hann síðani steig fram fyri ásjón HARRANS at tala við Hann, tók hann burtur frá andlitinum, inntil hann fór út aftur; táið hann so kom út, segði hann Ísraelsmonnum tað, ið honum var álagt.
Onnur Mósebók 34:35 Onnur Mósebók
Tá sóu Ísraelsmenn, at húðin á andliti Mósesar skein, og Móses bant tá aftur fyri andlit sítt, inntil hann uppaftur fór inn at tala við Hann.
Esaias 25:7 Esaias
Og Hann skal á hesum fjalli gera til einkis slørið, ið fjalir øll fólkasløg, og sveipið, ið lagt er yvir allar tjóðir.
Seinna Korintbrævið 3:13 Seinna Korintbrævið
og gera ikki sum Móses, ið hevði fyri andlitinum, fyri at Ísraelsmenn skuldu ikki síggja enda tess, sum svann burtur.
Seinna Korintbrævið 3:14 Seinna Korintbrævið
Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt í Kristusi.
Seinna Korintbrævið 3:15 Seinna Korintbrævið
Ja, enn í dag liggur aftur yvir hjarta teirra, táið Móses verður lisin upp.
Seinna Korintbrævið 3:16 Seinna Korintbrævið
Men táið tey venda við til Harran, verður tað, sum aftur yvir liggur, tikið burt.
Onnur Mósebók 26:31 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
Onnur Mósebók 26:32 Onnur Mósebók
Tað skalt tú heingja á fýra gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á fýra silvurstøbbum.
Onnur Mósebók 26:33 Onnur Mósebók
So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar.* Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta.
Matteus 27:51 Matteus
Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu;
Fyrsta Mósebók 24:65 Fyrsta Mósebók
Og hon segði við tænaran: „Hvør er hasin maðurin, ið kemur ímóti okkum á markini?“ Tænarin svaraði: „Hatta er harri mín.“ Tá tók hon slørið og fjaldi seg.
Triðja Mósebók 16:2 Triðja Mósebók
og segði við hann: „Sig við Áron, bróður tín, at hann má ikki eina og hvørja tíð fara inn í halgidómin, inn um forhangið, fram at náðistólinum, sum er á ørkini – fyri at hann skal ikki doyggja! Tí Eg opinberi Meg í skýnum yvir náðistólinum.
Matteus 27:50 Matteus
Men Jesus rópti aftur við harðari rødd og gav upp andan.
Hebrearabrævið 10:19 Hebrearabrævið
Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin,
Hebrearabrævið 10:20 Hebrearabrævið
sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara –
Hebrearabrævið 10:21 Hebrearabrævið
og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds,
Hebrearabrævið 10:22 Hebrearabrævið
so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!
Hásongurin 5:7 Hásongurin
Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg; teir slógu meg, særdu meg; teir tóku slørið av mær, vaktararnir á múrunum.
Lukas 23:45 Lukas
tí sólin myrknaði. Forhangið í templinum skrædnaði eftir miðjuni.
Seinna Korintbrævið 3:18 Seinna Korintbrævið
Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.
Hebrearabrævið 6:19 Hebrearabrævið
Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið,
Hebrearabrævið 9:3 Hebrearabrævið
Men aftan fyri annað forhangið var tjaldið, sum kallast hitt alraheilagasta;