Sló
4 versir um "Sló"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 65:25 Esaias
Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum – sigur HARRIN.
Onnur Mósebók 5:7 Onnur Mósebók
„Nú skulu tit ikki longur sum higartil lata fólkið fáa hálm at gera tigulstein við – tey skulu sjálv fara og sanka sær hálm!
Esaias 25:10 Esaias
Tí hond HARRANS skal hvíla á hesum fjalli; men Móab skal verða traðkað niður, har tað stendur, eins og hálmur verður traðkaður niður í køstavatn.
Jeremias 23:28 Jeremias
Tann profetur, ið hevur dreym – sigi hann frá dreyminum! Men tann, ið hevur orð Mítt – tali hann orð Mítt í sannleika – hvat hevur hálmurin við kornið at gera! – sigur HARRIN.