skyldur / plikt
19 versir um "skyldur / plikt"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Lukas 17:10 Lukas
Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: „Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.““
Prædikarin 12:13 Prædikarin
Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.
Galatiabrævið 6:2 Galatiabrævið
Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Matteus 22:21 Matteus
Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Fyrra Korintbrævið 9:16 Fyrra Korintbrævið
Tí um eg kunngeri evangeliið, er tað einki at rósa mær av; tað eri eg noyddur til; vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið!
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Rómverjabrævið 1:14 Rómverjabrævið
Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Lukas 12:48 Lukas
Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Titusarbrævið 3:1 Titusarbrævið
Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,
Fyrra Pætursbrævið 2:13 Fyrra Pætursbrævið
Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta
Fyrra Pætursbrævið 2:14 Fyrra Pætursbrævið
ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera!
Fyrra Pætursbrævið 2:15 Fyrra Pætursbrævið
Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna –
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið
Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!