skyldskaparsamvera / incest
66 versir um "skyldskaparsamvera / incest"
Versir
Síða 2 av 2Fyrsta Mósebók 19:30 Fyrsta Mósebók
Lot fór nú úr Zoar niðan í fjøllini og varð búgvandi har við báðum døtrum sínum; tí hann tordi ikki at verða verandi í Zoar; hann búði í einum helli, hann og báðar døtur hansara.
Fyrsta Mósebók 19:31 Fyrsta Mósebók
Tann eldra segði tá við ta yngru: „Pápi er gamal, og her er eingin maður í landinum, sum kann koma inn til okkara, sum siður er í allari verðini.
Fyrsta Mósebók 19:32 Fyrsta Mósebók
Kom, lat okkum geva pápa vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!“
Fyrsta Mósebók 19:33 Fyrsta Mósebók
So góvu tær faðir sínum vín at drekka ta náttina, og tann eldra fór inn og legði seg hjá faðir sínum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur.
Fyrsta Mósebók 19:34 Fyrsta Mósebók
Dagin eftir segði tann eldra við ta yngru: „Í nátt lá eg hjá pápa; lat okkum eisini í nátt geva honum vín at drekka, og far tú so inn og legg teg hjá honum – so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!“
Fyrsta Mósebók 19:35 Fyrsta Mósebók
So góvu tær uppaftur ta náttina faðir sínum vín at drekka, og tann yngra fór og legði seg hjá honum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur.
Fyrsta Mósebók 19:36 Fyrsta Mósebók
So vórðu tá báðar døtur Lot við barn við faðir sínum.
Fyrsta Mósebók 19:37 Fyrsta Mósebók
Tann eldra átti ein son, sum hon gav navnið Móab; hann er ættarfaðir at Móabitum, sum eru til enn í dag.
Fyrsta Mósebók 19:38 Fyrsta Mósebók
Tann yngra átti eisini ein son, og hon gav honum navnið Ben-Ammi; hann er ættarfaðir at Ammonitum, sum eisini eru til enn í dag.
Triðja Mósebók 20:11 Triðja Mósebók
Liggur maður hjá konu faðirs síns, so hevur hann lyft burtur av blygd faðirs síns; tey skulu bæði lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
Triðja Mósebók 20:17 Triðja Mósebók
Tekur maður systur sína, dóttur faðir sín ella dóttur móður sína, til konu, so hann sær blygd hennara, og hon sær blygd hansara, so er hetta skammiligur atburður; tey skulu verða týnd fyri eygum fólks síns; hann hevur lyft burtur av blygd systur sínar, hann skal bøta fyri misgerð sína!
Triðja Mósebók 20:21 Triðja Mósebók
Tekur maður konu bróður síns, so er tað skammleysur atburður; hann hevur lyft burtur av blygd bróður síns, tey skulu verða barnleys!
Fimta Mósebók 22:30 Fimta Mósebók
Eingin má giftast við konu faðirs síns ella lyfta teppi faðirs síns.“
Seinna Sámuelsbók 16:21 Seinna Sámuelsbók
Akitofel svaraði: „Far inn til hjákonur faðirs tíns, tær, sum hann hevur latið verða eftir at varðveita húsið! Táið tá alt Ísrael fær at hoyra, at tú ert vorðin illa kendur hjá faðir tínum, kemur nýtt mót í allar, sum eru í parti tínum.“
Amos 2:7 Amos
– Teir stunda eftir at síggja dust á høvdi hinna ørmu og boyggja rætt hinna eyðmjúku. Faðir og sonur ganga til somu gentu og vanhalga soleiðis heilaga navn Mítt.
Markus 6:17 Markus
– Tí Heródes hevði sjálvur sent menn avstað og latið Jóhannes taka og seta í fangahús. Tað komst av Heródias, sum var kona Filip, bróður hansara; tí hann hevði gift seg við henni,