øskumikudagur
58 versir um "øskumikudagur"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 6:16 Matteus
Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:17 Matteus
Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,
Matteus 6:18 Matteus
fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“
Job 42:5 Job
Einki uttan tað, ið tíðindini søgdu, hevði eg hoyrt um Teg; men nú hevur eyga mítt sæð Teg.
Job 42:6 Job
Eg taki tí alt aftur og angri í dusti og øsku!“
Matteus 6:1 Matteus
„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.
Matteus 6:2 Matteus
Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:3 Matteus
Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –
Matteus 6:4 Matteus
fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 6:5 Matteus
Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:6 Matteus
Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Matteus 6:8 Matteus
Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann.
Matteus 6:9 Matteus
Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Matteus 6:11 Matteus
Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!
Matteus 6:12 Matteus
Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara.
Matteus 6:13 Matteus
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.“
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Matteus 6:19 Matteus
Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
Matteus 6:20 Matteus
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Matteus 6:22 Matteus
Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;
Matteus 6:23 Matteus
men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Matteus 6:27 Matteus
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Matteus 6:30 Matteus
Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!
Matteus 6:31 Matteus
Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“
Matteus 6:32 Matteus
Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Matteus 6:34 Matteus
Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“
Ezekiel 9:4 Ezekiel
HARRIN segði við hann: „Gakk mitt ígjøgnum býin, mitt ígjøgnum Jerusalem, og set merki á pannu teirra manna, sum suffa og vena seg um alt tað viðurstyggiliga, ið har verður gjørt!“
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Prædikarin 3:20 Prædikarin
Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Esaias 61:2 Esaias
at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja,
Esaias 61:3 Esaias
at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
Esaias 61:4 Esaias
Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.
Esaias 61:5 Esaias
Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara.
Esaias 61:6 Esaias
Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga.
Esaias 61:7 Esaias
Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut.
Esaias 61:8 Esaias
Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.
Esaias 61:9 Esaias
Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað.