skørrleiki

23 versir um "skørrleiki"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Kongabók 2:23 Seinna Kongabók

Haðani fór hann til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: „Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!“

4
Seinna Kongabók 2:24 Seinna Kongabók

Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur 42 av dreingjunum.

4
Triðja Mósebók 13:41 Triðja Mósebók

Og missir hann hárið frammantil, so er hann pannuskøllutur, hann er reinur fyri tað.

3
Triðja Mósebók 21:5 Triðja Mósebók

Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.

3
Esaias 3:24 Esaias

Stinkur skal vera í staðin fyri góðan anga, tog í staðin fyri belti, berskøllut høvd í staðin fyri flættur, sekkjalørift í staðin fyri høgtíðarbúna, brennimerki í staðin fyri vakurleika.

3
Mika 1:16 Mika

Raka hárið av tær, klipp tað burtur, í sorg um børn tíni, sum vóru gleði tín! Ger høvd títt so skallut sum høvd gripsins – tí tey fara hertikin burt frá tær!

3
Fimta Mósebók 14:1 Fimta Mósebók

„Tit eru børn HARRANS Guds tykkara – tit mugu ikki skera merki á tykkum og ikki raka tykkum skallut yvir pannuni fyri ein deyðan.

2
Esaias 3:16 Esaias

Og HARRIN sigur: Afturfyri at døtur Zion eru so hugmóðigar og ganga og fetta sær og spæla við eygunum, ganga og tita og ringla við fótringunum,

2
Esaias 3:17 Esaias

skal Harrin lata hviril døtra Zions verða fullan av skurvi, og HARRIN skal lyfta burtur av blygd teirra.

2
Esaias 3:18 Esaias

Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt,

2
Esaias 3:19 Esaias

oyrnaperlur, armbond, slør,

2
Esaias 3:20 Esaias

høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt,

2
Esaias 3:21 Esaias

fingraringar, nasaringar,

2
Esaias 3:22 Esaias

høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar,

2
Esaias 3:23 Esaias

spegl, lín, húgvur og fínslør.

2
Esaias 22:12 Esaias

Harrin, HARRIN Gud herskaranna, kallaði tykkum tann dag til grát og sorg, til at raka høvdið og sveipa syrgibúna um tykkum.

2
Jeremias 16:6 Jeremias

Tey skulu doyggja, bæði stór og smá, í hesum landi; ikki skulu tey verða jarðað, og eingin skal harmast um tey ella skera í hold sítt ella raka av sær hárið fyri teirra skuld.

2
Jeremias 47:5 Jeremias

Gaza er vorðið skallut, Askalon er lagt í oyði, tað, ið eftir er av láglendi teirra – hvussu leingi fert tú at rista skurðir í teg?

2
Jeremias 48:37 Jeremias

Tí hvørt høvd er skallut, hvørt skegg er rakað av; á øllum hondum eru skurðir, um lendarnar er sekkur.

2
Ezekiel 7:18 Ezekiel

Tey skulu klæða seg í syrgibúna, og ræðsla skal leggjast oman yvir tey; skomm skal fjala hvørt andlit, og hvørt høvd skal vera skallut.

2
Ezekiel 27:31 Ezekiel

Teir skulu raka seg skallutar fyri tína skuld og sveipa seg í syrgibúna, og teir skulu í sárari sorg gráta um teg, vena seg syndarliga.

2
Amos 8:10 Amos

Eg skal umskifta hátíðir tykkara í sorg og allar songir tykkara í sorgarsongir; Eg skal klæða allar lendar í sorgarbúna og gera hvørt høvd skallut; Eg skal lata tað verða, sum táið ein syrgir einasta son sín, og lata tað enda við sorgardegi.

2
Ápostlasøgan 18:18 Ápostlasøgan

Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila – eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt – tí hann hevði lyfti á sær.

2