Skógvar

19 versir um "Skógvar"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 3:5 Onnur Mósebók

Hann segði: „Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!“

5
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið

Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!

4
Josva 5:15 Josva

Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: „Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!“ Josva so gjørdi.

3
Rutt 4:7 Rutt

– Nú var tað í gomlum døgum siður í Ísrael, táið maður skuldi staðfesta loysing ella avtala býti, at tá læt hann seg úr skógvinum og fekk hinum partinum hann, og hetta galt sum vitnisburður í Ísrael.

3
Ezekiel 24:17 Ezekiel

Suffa í loynd og halt ikki syrgihátíð sum eftir ein deyðan! Bind húgvu tína á teg, lat teg í skógvar tínar, fjal ikki skeggið, og et ikki sorgarbreyð!

3
Lukas 3:16 Lukas

svaraði Jóhannes teimum øllum: „Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.

3
Ápostlasøgan 7:33 Ápostlasøgan

Men Harrin segði við hann: „Loys skógvarnar av fótum tínum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!

3
Rómverjabrævið 10:15 Rómverjabrævið

Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! – sum skrivað er: „Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!“

3
Onnur Mósebók 12:11 Onnur Mósebók

Soleiðis skulu tit eta tað: Við gyrdum lendum, við skóm á fótunum og við stavi í hond; tit skulu eta tað í skundi – tað eru páskir fyri HARRANUM.

2
Fimta Mósebók 33:25 Fimta Mósebók

Av jarni og kopari veri sláir tínar, og sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera!

2
Josva 9:5 Josva

fóru í gamlar, bøttar skógvar og lótu seg í útslitin klæði; og alt breyðið, ið teir høvdu til ferðakost, var turt og molnað sundur.

2
Josva 9:13 Josva

Her síggja tit vínsekkir okkara; teir vóru nýggir, táið vit fyltu teir, og nú eru rivur komnar á teir! Og her síggja tit klæði og skógvar okkara; tey eru útslitin á hesi longu, longu ferð!“

2
Esaias 5:27 Esaias

Eingin teirra er móður ella snávar, eingin blundar, og eingin svevur, beltið um lendarnar fer ikki upp, og eingin skóreim slitnar.

2
Esaias 52:7 Esaias

Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“

2
Amos 8:6 Amos

keypt hini ørmu fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar og selt lættikorn!

2
Matteus 3:11 Matteus

Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.

2
Markus 1:7 Markus

Hann prædikaði og segði: „Eftir meg kemur tann, ið sterkari er enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bukka meg niður og loysa skóreimina hjá.

2
Lukas 15:22 Lukas

Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!

2
Fyrra Pætursbrævið 2:21 Fyrra Pætursbrævið

Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara,

2