skipan og røð í samkomuni
61 versir um "skipan og røð í samkomuni"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Timoteusarbrævið 3:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Teir skulu varðveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skrivi eg tær, tóat eg vóni skjótt at koma til tín.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Titusarbrævið 1:5 Titusarbrævið
Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,