skipan og bygnaður

34 versir um "skipan og bygnaður"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 5:15 Efesusbrævið

Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,

10
Efesusbrævið 5:16 Efesusbrævið

og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!

10
Efesusbrævið 5:17 Efesusbrævið

Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er!

10
Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið

Men alt gangi sømiliga og við skili!

8
Fyrra Timoteusarbrævið 3:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:3 Fyrra Timoteusarbrævið

ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:4 Fyrra Timoteusarbrævið

Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði –

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:5 Fyrra Timoteusarbrævið

dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:6 Fyrra Timoteusarbrævið

Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:7 Fyrra Timoteusarbrævið

Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:8 Fyrra Timoteusarbrævið

Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:9 Fyrra Timoteusarbrævið

Teir skulu varðveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:10 Fyrra Timoteusarbrævið

Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:11 Fyrra Timoteusarbrævið

Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:12 Fyrra Timoteusarbrævið

Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:13 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:14 Fyrra Timoteusarbrævið

Hetta skrivi eg tær, tóat eg vóni skjótt at koma til tín.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið

Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 3:16 Fyrra Timoteusarbrævið

Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.

6
Fyrsta Mósebók 15:17 Fyrsta Mósebók

Táið nú sólin var undirgingin, og myrkt var vorðið, sást rúkandi ovnur og logandi eldur, sum fór fram millum teir sundurskornu kropparnar.

4
Fyrsta Mósebók 15:18 Fyrsta Mósebók

Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat,

4
Fyrsta Mósebók 15:19 Fyrsta Mósebók

tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita,

4
Fyrsta Mósebók 15:20 Fyrsta Mósebók

Hetita, Perizita, Refa’ita,

4
Fyrsta Mósebók 15:21 Fyrsta Mósebók

Amorita, Kána’anita, Girgasita og Jebusita.“

4
Galatiabrævið 6:12 Galatiabrævið

So mangir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir eru tað, ið tvinga tykkum at lata tykkum umskera, bert fyri ikki at verða søktir at fyri kross Kristusar.

4
Fimta Mósebók 17:8 Fimta Mósebók

Táið okkurt mál er tær ov svárt at døma í – tað veri nú drápsmál, træta um ognarrætt, mál um kropsmein ella okkurt annað, sum søk kann koma um í býum tínum – tá skalt tú gera teg til og fara til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur;

3
Fimta Mósebók 17:9 Fimta Mósebók

og tú skalt venda tær til hinar levitisku prestar og til hansara, sum tá er dómari, og spyrja teir til ráðs; so skulu teir siga tær, hvussu dømast skal í málinum.

3
Fimta Mósebók 17:10 Fimta Mósebók

Tú skalt halda teg eftir avgerðini, ið teir kunngera tær av staðnum, ið HARRIN útvelur; í einum og øllum skalt tú síggja til at gera, sum teir læra teg.

3
Fimta Mósebók 17:11 Fimta Mósebók

Eftir leiðbeiningini, ið teir geva tær, og eftir dóminum, ið teir kunngera tær, skalt tú gera; tú mást ikki víkja frá tí, sum teir siga tær, hvørki til høgru ella til vinstru.

3
Fimta Mósebók 17:12 Fimta Mósebók

Tann maður, sum vágar sær ikki at lurta eftir prestinum, ið stendur har og ger tænastu fyri HARRANUM Gudi tínum, ella eftir dómaranum, tann maður skal doyggja; soleiðis skalt tú beina burt hitt illa úr Ísrael.

3
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

3
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

3
Judasarbrævið 1:1 Judasarbrævið

Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups – til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi Faðir og varðveitt Jesusi Kristi.

3