skipan Guds
30 versir um "skipan Guds"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið
Men alt gangi sømiliga og við skili!
Sálmarnir 37:23 Sálmarnir
HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara;
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Fyrra Korintbrævið 12:12 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og likamið er eitt og hevur nógvar limir, men allir limir likamsins – um teir so eru nógvir – tó eru eitt likam – so er eisini við Kristusi.
Fyrra Korintbrævið 14:33 Fyrra Korintbrævið
Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.
Fyrra Pætursbrævið 2:1 Fyrra Pætursbrævið
Leggið tí av allan óndskap, alt svik og hykl, alla øvund og alt baktal!
Fyrra Pætursbrævið 2:2 Fyrra Pætursbrævið
Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu
Fyrra Pætursbrævið 2:3 Fyrra Pætursbrævið
– so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður!
Fyrra Pætursbrævið 2:4 Fyrra Pætursbrævið
Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur,
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið
og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!
Fyrra Pætursbrævið 2:6 Fyrra Pætursbrævið
Í skriftini stendur jú: „Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.“
Fyrra Pætursbrævið 2:7 Fyrra Pætursbrævið
Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall –
Fyrra Pætursbrævið 2:8 Fyrra Pætursbrævið
hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað.
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Fyrra Pætursbrævið 2:10 Fyrra Pætursbrævið
tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn.
Fyrra Pætursbrævið 2:11 Fyrra Pætursbrævið
Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!
Fyrra Pætursbrævið 2:12 Fyrra Pætursbrævið
Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin!
Fyrra Pætursbrævið 2:13 Fyrra Pætursbrævið
Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta
Fyrra Pætursbrævið 2:14 Fyrra Pætursbrævið
ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera!
Fyrra Pætursbrævið 2:15 Fyrra Pætursbrævið
Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna –
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið
Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!
Fyrra Pætursbrævið 2:18 Fyrra Pætursbrævið
Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu!
Fyrra Pætursbrævið 2:19 Fyrra Pætursbrævið
Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt.
Fyrra Pætursbrævið 2:20 Fyrra Pætursbrævið
– Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi.
Fyrra Pætursbrævið 2:21 Fyrra Pætursbrævið
Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara,
Fyrra Pætursbrævið 2:22 Fyrra Pætursbrævið
sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik,
Fyrra Pætursbrævið 2:23 Fyrra Pætursbrævið
sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið
– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.
Fyrra Pætursbrævið 2:25 Fyrra Pætursbrævið
Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara.