skinka
41 versir um "skinka"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 105:23 Sálmarnir
So kom Ísrael til Egyptalands, Jákup búði sum gestur í Kamslandi.
Sálmarnir 78:51 Sálmarnir
Allar hinar frumbornu í Egyptalandi sló Hann, frumgróðurin av kraftini í tjøldum Kams.
Fyrsta Mósebók 9:20 Fyrsta Mósebók
Nóa dýrkaði jørðina; hann var hin fyrsti, ið plantaði víngarð.
Fyrsta Mósebók 9:21 Fyrsta Mósebók
Táið hann nú drakk av víninum, varð hann drukkin og lá nakin inni í tjaldi sínum.
Fyrsta Mósebók 9:22 Fyrsta Mósebók
Kam, faðir Kána’an, sá tá blygd faðirs síns og segði tað fyri báðum brøðrum sínum – teir vóru uttanfyri.
Fyrsta Mósebók 9:23 Fyrsta Mósebók
Men Sem og Jafet tóku kappan, løgdu hann á herðar sínar, gingu øvutir inn og løgdu við burturvendum andlitum aftur yvir blygd faðirs síns, so at teir sóu ikki skomm faðirs síns.
Fyrsta Mósebók 9:24 Fyrsta Mósebók
Táið nú rann av Nóa, og hann vaknaði, fekk hann at vita tað, ið yngsti sonur hansara hevði gjørt honum.
Fyrsta Mósebók 9:25 Fyrsta Mósebók
Tá segði hann: „Bannaður veri Kána’an! Trælur træla skal hann vera hjá brøðrum sínum!“
Fyrsta Mósebók 9:26 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði hann: „Lovaður veri HARRIN, Gud Sems – og Kána’an skal vera trælur teirra!
Fyrsta Mósebók 9:27 Fyrsta Mósebók
Gud geri tað rúmt fyri Jafet! Hann skal búgva í tjøldum Sems – og Kána’an skal vera trælur teirra!“
Sálmarnir 106:22 Sálmarnir
undur í Kamslandi, øgilig verk við Reyðahav.
Fyrsta Mósebók 9:18 Fyrsta Mósebók
Synir Nóa, ið fóru út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jafet; Kam var faðir Kána’an.
Fyrsta Mósebók 9:19 Fyrsta Mósebók
Hesir tríggir vóru synir Nóa, og frá teimum breiddust menniskjuni út um alla jørðina.
Fyrsta Mósebók 10:1 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Nóa, Sems, Kams og Jafets. Teir fingu synir eftir vatnflóðina.
Sálmarnir 105:27 Sálmarnir
Teir gjørdu tekin Hansara millum teirra og undur í Kamslandi.
Fyrsta Mósebók 10:6 Fyrsta Mósebók
Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána’an.
Fyrsta Mósebók 10:7 Fyrsta Mósebók
Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan.
Fyrsta Mósebók 10:8 Fyrsta Mósebók
Kus fekk son, Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk stórt veldi á jørðini.
Fyrsta Mósebók 10:9 Fyrsta Mósebók
Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: „Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.“
Fyrsta Mósebók 10:10 Fyrsta Mósebók
Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi.
Fyrsta Mósebók 10:11 Fyrsta Mósebók
Úr hesum landi fór hann til Assur og bygdi Nineve, Rehobot-Ir og Kala,
Fyrsta Mósebók 10:12 Fyrsta Mósebók
og Resen millum Nineve og Kala – tað er hin stóri staðurin.
Fyrsta Mósebók 10:13 Fyrsta Mósebók
Mizrajim var ættarfaðir at Ludum, Anamum, Lehabum, Naftuum,
Fyrsta Mósebók 10:14 Fyrsta Mósebók
Patrusum, Kasluum – sum Filistarar eru ættaðir frá – og Kaftorum.
Fyrsta Mósebók 10:15 Fyrsta Mósebók
Kána’an var faðir at Zidon – sum var hin frumborni hansara – og æt Het;
Fyrsta Mósebók 10:16 Fyrsta Mósebók
frá honum eru eisini ættaðir: Jebusitar, Amoritar, Girgasitar,
Fyrsta Mósebók 10:17 Fyrsta Mósebók
Hevitar, Arkitar, Sinitar,
Fyrsta Mósebók 10:18 Fyrsta Mósebók
Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar; seinni breiddu ættir Kána’anita seg longur,
Fyrsta Mósebók 10:19 Fyrsta Mósebók
so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
Fyrsta Mósebók 10:20 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
Fyrra Krønikubók 1:4 Fyrra Krønikubók
Nóa, Sem, Kam og Jafet.
Fyrra Krønikubók 1:8 Fyrra Krønikubók
Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána’an.
Fyrra Krønikubók 1:9 Fyrra Krønikubók
Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan.
Fyrra Krønikubók 1:10 Fyrra Krønikubók
Kus fekk son, ið æt Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk veldi á jørðini.
Fyrra Krønikubók 1:11 Fyrra Krønikubók
Mizrajim var ættarfaðir Luda, Anama, Lehaba, Naftua,
Fyrra Krønikubók 1:12 Fyrra Krønikubók
Patrusa, Kaslua, – sum Filistarar eru ættaðir frá – og Kaftora.
Fyrra Krønikubók 1:13 Fyrra Krønikubók
Kána’an var faðir Zidon – sum var hin frumborni hansara – og Het;
Fyrra Krønikubók 1:14 Fyrra Krønikubók
frá honum eru eisini ættaðir Jebusitar, Amoritar, Girgasitar,
Fyrra Krønikubók 1:15 Fyrra Krønikubók
Hevitar, Arkitar, Sinitar,
Fyrra Krønikubók 1:16 Fyrra Krønikubók
Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar.
Fyrsta Mósebók 5:32 Fyrsta Mósebók
Táið Nóa var 500 ár, fekk hann synirnar Sem, Kam og Jafet.