skifti / umskifti
11 versir um "skifti / umskifti"
Versir
Síða 1 av 1Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Prædikarin 7:8 Prædikarin
Betri er endi málsins enn byrjanin; betri er at vera tolin enn hugmóðigur.
Prædikarin 7:9 Prædikarin
Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!
Prædikarin 7:10 Prædikarin
Spyr ikki: „Hvussu ber tað til, at hinar farnu tíðir vóru betri enn tær, ið nú eru?“ – Tí ikki av vísdómi spyrt tú so.
Prædikarin 7:11 Prædikarin
Vísdómur er líka góður sum arvur, ja, hann stendur teimum hægri í virði, sum síggja sólina.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.