skegg / andlitshár
18 versir um "skegg / andlitshár"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:27 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum.
Seinna Sámuelsbók 10:4 Seinna Sámuelsbók
Tá tók Hanun tænarar Dávids, læt raka hálvt skeggið av teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara.
Seinna Sámuelsbók 10:5 Seinna Sámuelsbók
Táið Dávid fekk hesi tíðindi, læt hann sendiboð fara ímóti teimum – menninir vóru jú stórliga vanærdir – og kongurin læt siga: „Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!“
Triðja Mósebók 21:5 Triðja Mósebók
Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.
Ezra 9:3 Ezra
Táið eg hoyrdi hetta, skræddi eg kyrtil og kappa mín, roytti hár av høvdinum og úr skegginum og fekk ikki orðið upp fyri sorg.
Sálmarnir 133:2 Sálmarnir
Tað er sum hin góða oljan á høvdinum, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, sum rennur niður á faldin á klæðum hansara,
Jeremias 41:5 Jeremias
komu menn úr Sikem, Silo og Samaria, 80 menn, við skegginum rakaðum av, við skræddum klæðum og við skurðum í holdinum; teir høvdu við sær matoffur og roykilsi til at bera fram í húsi HARRANS.
Ezekiel 5:1 Ezekiel
Og tú, menniskjasonur! Tak tær hvast svørð, og nýt tað sum rakiknív, raka av tær hárið og skeggið við tí! Tak síðani skálvekt og skift sundur tað, ið tú hevur rakað av!
Seinna Sámuelsbók 19:24 Seinna Sámuelsbók
Eisini Mefiboset, sonur Saul, var komin hagar ímóti konginum. Hann hevði ikki vaskað sær um føturnar, ikki greitt skeggið og ikki vaskað klæði síni, frá tí degi kongurin fór avstað, og líka til tann dag hann kom aftur við friði.
Fyrra Krønikubók 19:4 Fyrra Krønikubók
Tá tók Hanun tænarar Dávids og læt raka teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara.
Fyrra Krønikubók 19:5 Fyrra Krønikubók
Onkur kom nú og segði Dávidi, hvussu monnum hansara hevði gingist; hann læt tá sendiboð fara ímóti teimum – menninir vóru jú stórliga vanærdir – og kongurin læt siga: „Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!“
Esaias 15:2 Esaias
Tey fara niðan til húsið og til Dibon á offurheyggjunum at gráta; uppi á Nebo og Medeba venar Móab seg; hvørt høvd er berskøllut, hvørt skegg avrakað.
Esaias 50:6 Esaias
bak Mítt beyð Eg teimum, sum slógu, og kinnar Mínar teimum, sum royttu Meg í skeggið; andlit Mítt fjaldi Eg ikki fyri háði og spýtti.
Fyrra Korintbrævið 11:14 Fyrra Korintbrævið
Og lærir ikki sjálv nátturan tykkum, at gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra,
Jeremias 48:37 Jeremias
Tí hvørt høvd er skallut, hvørt skegg er rakað av; á øllum hondum eru skurðir, um lendarnar er sekkur.
Ezekiel 44:20 Ezekiel
Teir mugu ikki raka høvd sítt, ei heldur lata hárið vaksa, sum tað vil; teir skulu klippa hár sítt.
Fyrra Sámuelsbók 21:13 Fyrra Sámuelsbók
Tí lætst hann óður fyri eygum teirra og bar seg at sum eitt vitleyst, táið teir royndu at halda honum; hann skrivaði á hurðar portursins og læt slevuna renna niður í skeggið.
Esaias 7:20 Esaias
Tann dag skal HARRIN við rakiknívi, sum leigaður er fyri handan Á,* við konginum í Assýria, raka av alt hárið, bæði á høvdinum og á kroppinum, ja, skeggið við skal Hann taka burtur.