skattar
36 versir um "skattar"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 22:17 Matteus
Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“
Matteus 22:18 Matteus
Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!
Matteus 22:19 Matteus
Vísið Mær skattapeningin!“ Tá fingu teir Honum denar.
Matteus 22:20 Matteus
Hann spurdi teir: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“
Matteus 22:21 Matteus
Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Onnur Mósebók 30:11 Onnur Mósebók
Uppaftur talaði HARRIN við Móses og segði:
Onnur Mósebók 30:12 Onnur Mósebók
„Táið tú tekur manntal av Ísraelsmonnum, skulu allir teir, ið koma í manntalið, geva HARRANUM loysigjald fyri lív sítt, táið teir verða taldir, so eingin vanlukka skal ráma teir, fyri tað at teir verða taldir.
Onnur Mósebók 30:13 Onnur Mósebók
Ein og hvør, ið kemur í manntalið, skal lata hálvan sekul eftir halgidómsvektini – 20 gerur í seklinum; hesin hálvi sekul er offurgáva til HARRAN.
Onnur Mósebók 30:14 Onnur Mósebók
Ein og hvør, ið kemur í manntalið – frá tjúguáraaldri og uppeftir – skal lata hesa gávu til HARRAN.
Onnur Mósebók 30:15 Onnur Mósebók
Hin ríki má ikki geva meir, og hin fátæki ikki minni, enn hálvan sekul, táið tit lata offurgávu HARRANS sum loysigjald fyri lív tykkara.
Onnur Mósebók 30:16 Onnur Mósebók
Og tú skalt taka við loysigjaldinum frá Ísraelsmonnum og nýta tað til tænastuna við samkomutjaldið; tað skal soleiðis vera til at minna um Ísraelsmenn fyri ásjón HARRANS – til loysigjald fyri lív tykkara.“
Matteus 6:19 Matteus
Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
Matteus 6:20 Matteus
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Lukas 3:13 Lukas
Hann svaraði teimum: „Krevjið ikki meir, enn tykkum er fyriskrivað!“
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Matteus 13:44 Matteus
Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.
Matteus 17:24 Matteus
Táið teir komu til Kapernaum, komu teir, sum kravdu tempulskattin, til Pætur og søgdu: „Letur meistari tykkara ikki skattin?“
Matteus 17:25 Matteus
Hann svaraði: „Jú!“ Táið hann kom til hús, var Jesus hin fyrri og segði: „Hvat tykir tær, Símun? Frá hvørjum taka kongarnir á jørðini toll ella skatt, frá sonum sínum ella frá hinum fremmandu?“
Matteus 17:26 Matteus
Hann svaraði: „Frá hinum fremmandu.“ Tá segði Jesus: „So eru jú synirnir fríir!
Matteus 17:27 Matteus
Men fyri at vit skulu ikki verða teimum til ástoyt, so far oman at vatninum og kasta út ongul, og tak fyrsta fisk, ið á kemur! Táið tú letur sundur munn hansara, skalt tú finna stater; tak hann og gev teimum hann fyri Meg og teg!“
Seinna Korintbrævið 4:7 Seinna Korintbrævið
Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.
Ezra 7:24 Ezra
Tað veri tykkum kunngjørt, at eingin skal hava rætt at leggja skatt, toll ella vegpening á prestar, Levitar, sangarar, duravaktarar, tempultænarar ella nakran annan, ið hevur tænastu við hetta gudshús.
Esaias 33:6 Esaias
Og tryggar tíðir skulu koma hjá tær, ríkdómur av frelsu, av vísdómi og kunnskapi; ótti HARRANS skal vera skattur tín.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Matteus 19:21 Matteus
Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Lukas 18:22 Lukas
Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við hann: „Eitt fattast tær enn: Sel alt, ið tú eigur, og být tað sundur millum fátæk! So skalt tú hava skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“
Kolossibrævið 2:3 Kolossibrævið
Í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna – fjaldir.