Sjónfjallið / Zionfjall
23 versir um "Sjónfjallið / Zionfjall"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 12:22 Hebrearabrævið
Nei, tit eru komin til Zionsfjall og til stað hins livandi Guds, til hitt himmalska Jerusalem og til hini mongu túsund av einglum,
Sálmarnir 125:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Tey, sum líta á HARRAN, eru sum Zionsfjall, ið ikki vikast, men stendur í allar ævir.
Jeremias 3:14 Jeremias
Komið aftur, tit fráfalnu børn! – sigur HARRIN; tí Eg eri Harri tykkara, og Eg skal taka tykkum, eitt úr hvørjum býi og tvey av hvørji ætt, og flyta tykkum til Zion.
Opinberingin 14:1 Opinberingin
Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum.
Sálmarnir 137:1 Sálmarnir
Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, táið vit mintust Zion.
Sálmarnir 2:6 Sálmarnir
„Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!“
Sálmarnir 48:1 Sálmarnir
Songur. Sálmur. Eftir synir Kora.
Sálmarnir 48:2 Sálmarnir
Stórur og hálovaður er HARRI okkara í staði Sínum, á heilaga fjalli Sínum.
Esaias 28:16 Esaias
tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein – tann, ið trýr, hevur ikki skund.
Ezekiel 9:1 Ezekiel
So hoyrdi eg Hann rópa óføra hart: „Komið higar við heimsøkingunum yvir staðin, hvør við sínum morðvápni í hondini!“
Ezekiel 9:2 Ezekiel
Tá komu seks menn leiðina um Ovara Portur, sum vendir norðureftir, hvør við sínum morðvápni í hondini, og millum teirra var ein maður, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina; teir komu inn og tóku støðu hjá koparaltarinum.
Ezekiel 9:3 Ezekiel
Men dýrd Ísraels Guds hevði lyft sær av kerúbunum, ið hon hvíldi á, og flutt seg yvir at útgátt húsins; og Hann rópti á mannin, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina;
Ezekiel 9:4 Ezekiel
HARRIN segði við hann: „Gakk mitt ígjøgnum býin, mitt ígjøgnum Jerusalem, og set merki á pannu teirra manna, sum suffa og vena seg um alt tað viðurstyggiliga, ið har verður gjørt!“
Ezekiel 9:5 Ezekiel
Við hinar hoyrdi eg Hann siga: „Farið um staðin aftan á honum og høggið niður – tykist ongum synd í, og eirið ongum!
Ezekiel 9:6 Ezekiel
Gomul fólk, unglingar, gentur, smábørn og kvinnur skulu tit høgga niður og gera enda á teimum; men ongan av teimum, sum merkið er á, mugu tit nema. Og frá halgidómi Mínum skulu tit byrja.“ Teir byrjaðu tá við hinum gomlu monnunum, ið framman fyri húsið stóðu.
Ezekiel 9:7 Ezekiel
Og Hann segði við teir: „Gerið húsið óreint og fyllið forgarðarnar við dripnum – farið avstað!“ Teir fóru so út og høgdu niður fólkið í staðnum.
Ezekiel 9:8 Ezekiel
Men táið teir nú høgdu niður, og eg varð eftir, fall eg á andlit mítt og rópti: „Á Harri HARRI! Fert Tú at forkoma øllum, ið eftir eru av Ísrael, nú Tú so úthellir vreiði Tína yvir Jerusalem?“
Ezekiel 9:9 Ezekiel
Hann svaraði mær: „Misbrot Ísraels hús og Juda hús er stórt – ómetaligt; landið er fult av blóðskyld, og staðurin er fullur av órættvísum dómum; tí teir siga: „HARRIN er rýmdur úr landinum, HARRIN sær tað ikki!“
Ezekiel 9:10 Ezekiel
Mær skal tí heldur ikki tykjast synd í teimum, og Eg skal ikki eira teimum; Eg skal lata atburð teirra koma yvir teirra egna høvd.“
Ezekiel 9:11 Ezekiel
Maðurin, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina, kom nú aftur og segði: „Eg havi gjørt, sum Tú gavst mær boð um.“
Obadias 1:17 Obadias
Men á Zionsfjalli skal vera flokkur av undanslopnum, og tað skal vera heilagt; og hús Jákups skal fáa aftur ognir sínar.
Opinberingin 14:2 Opinberingin
Eg hoyrdi ljóð úr Himli, sum ljóð mangra vatna og sum ljóðið av harðari toru; ljóðið, ið eg hoyrdi, var sum av hørpuspælarum, ið spæla á hørpur sínar.
Opinberingin 14:3 Opinberingin
Teir sungu nýggjan song fyri hásætinum og fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; eingin kundi læra songin uttan hinir 144000, sum keyptir eru frá jørðini.