sjón kirkjunnar
8 versir um "sjón kirkjunnar"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 29:18 Orðtøkini
Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Habakkuk 2:2 Habakkuk
Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!
Habakkuk 2:3 Habakkuk
Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Lukas 4:19 Lukas
at kunngera náðiár Harrans.“
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan
Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“
Ápostlasøgan 18:9 Ápostlasøgan
Harrin segði við Paulus í sjón um náttina: „Óttast ikki, nei, tala og tig ikki!