Sjeynda dags adventistur
74 versir um "Sjeynda dags adventistur"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 24:51 Matteus
og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“
Markus 2:27 Markus
Og Hann segði við teir: „Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:21 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.
Ezekiel 20:20 Ezekiel
Og haldið sabbatar Mínar heilagar! Teir skulu vera tekin millum Meg og tykkum, fyri at tit skulu vita, at Eg, HARRIN, eri Gud tykkara.“
Dániel 8:14 Dániel
Hann segði við meg: „2300 kvøld og morgnar; so skal halgidómurin koma aftur til rætt sín.“
Ápostlasøgan 18:4 Ápostlasøgan
Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði Jødar og Grikkar.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:13 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:15 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
Fyrra Tessalonikabrævið 4:17 Fyrra Tessalonikabrævið
síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Troystið tá hvør annan við hesum orðum!
Opinberingin 1:7 Opinberingin
Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!
Opinberingin 14:7 Opinberingin
Hann segði við harðari rødd: „Óttist Gud, og gevið Honum dýrd! Tí dómstími Hansara er komin; tilbiðið Hann, sum hevur gjørt himmalin, jørðina, havið og vatnkeldurnar!“
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Onnur Mósebók 31:16 Onnur Mósebók
Ísraelsmenn skulu minnast sabbatin, so teir halda hann heilagan, mann eftir mann, í allar ævir;
Ezekiel 20:12 Ezekiel
Eisini sabbatar Mínar gav Eg teimum, so teir skuldu vera tekin millum Meg og tey, fyri at tey skuldu vita, at Eg, HARRIN, eri tann, ið halgar tey.
Lukas 4:16 Lukas
Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
Ápostlasøgan 13:14 Ápostlasøgan
Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.