Sjeyfalt

6 versir um "Sjeyfalt"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 6:31 Orðtøkini

Og verður hann tikin, má hann bøta sjeyfalt; alt hann eigur í húsinum, noyðist hann at lata.

9
Fyrsta Mósebók 4:24 Fyrsta Mósebók

Tí verður Káin hevndur sjeyfalt, so verður Lemek hevndur 77 ferðir!“

6
Fyrsta Mósebók 4:15 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN segði við hann: „Nei! Tí drepur nakar Káin, so skal hann verða hevndur sjeyfalt.“ Og HARRIN gav Káini merki, fyri at eingin, ið hitti hann, skuldi drepa hann.

5
Sálmarnir 79:12 Sálmarnir

Lat sjeyfalda afturløning ráma grannar okkara, aftur fyri háðið, ið teir hava háðað Teg við, Harri!

4
Esaias 30:26 Esaias

Ljós mánans skal verða sum ljós sólarinnar, og ljós sólarinnar skal verða sjey ferðir so bjart, sum ljós sjey daga – tann dag HARRIN bindur um skaða fólks Síns og grøðir sárini av sløgunum, tað fekk.

3
Lukas 6:38 Lukas

Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“

3