Sjey andir

6 versir um "Sjey andir"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 3:1 Opinberingin

„Skriva til eingil samkomunnar í Sardes: „Hetta sigur Hann, sum hevur hinar sjey andar Guds og hinar sjey stjørnur: Eg veit um verk tíni – tú eitist at liva, men tú ert deyð.

4
Opinberingin 4:5 Opinberingin

Úr hásætinum gingu út snarljós, røddir og torur, og framman fyri hásætinum brunnu sjey eldkyndlar, sum eru hinir sjey andar Guds.

4
Opinberingin 5:6 Opinberingin

Tá sá eg mitt ímillum hásætið og hinar fýra verurnar og hinar elstu lamb standa, eins og dripið; tað hevði sjey horn og sjey eygu – tað eru hinir sjey andar Guds, ið sendir eru út um alla jørðina.

4
Esaias 11:2 Esaias

á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS.

3
Opinberingin 1:4 Opinberingin

Jóhannes – til hinar sjey samkomur í Asia. Náði veri við tykkum og friður, frá Honum, sum er, sum var, og sum kemur, frá hinum sjey andunum, ið framman fyri hásæti Hansara eru,

3
Zakarias 4:10 Zakarias

Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! – Við gleði síggja hini sjey* blýloddið í hond Zerubbabels – hesi eygu HARRANS, ið hyggja yvir alla jørðina.“

2