Sjálvsvirði
49 versir um "Sjálvsvirði"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið
Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.
Seinna Korintbrævið 10:18 Seinna Korintbrævið
Tí ikki tann stendur royndina, sum gevur sær sjálvum viðmæli – nei, tann, sum Harrin gevur viðmæli.
Galatiabrævið 6:3 Galatiabrævið
Tí um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan.
Orðtøkini 21:4 Orðtøkini
Stolt eygu og hugmóðigt hjarta – lampa gudleysra er teimum til synd.
Esaias 2:17 Esaias
Tá skal hugmóð menniskjunnar verða boygt, og stoltleiki mannanna verða eyðmýktur, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN.
Lukas 16:15 Lukas
Men Hann segði við teir: „Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi.
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Orðtøkini 11:2 Orðtøkini
Kemur hugmóð, kemur skomm við, men hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.
Orðtøkini 11:3 Orðtøkini
Rættsinni hinna sannhjartaðu leiðir tey, men rangvørga sinni hinna trúleysu forkemur teimum.
Orðtøkini 11:4 Orðtøkini
Góðs hjálpir einki vreiðidagin, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
Orðtøkini 11:5 Orðtøkini
Rættvísi hins lýtaleysa ger veg hansara slættan, men hin gudleysi fellur við gudloysi sínum.
Orðtøkini 11:6 Orðtøkini
Rættvísi hinna sannhjartaðu bjargar teimum, men hini trúleysu verða fangað í sínum egna óndskapi.
Orðtøkini 11:7 Orðtøkini
Táið gudleyst menniskja doyr, er úti við vón hansara, ja, yvirstaðið er við tí, sum hini óndu stunda eftir.
Orðtøkini 11:8 Orðtøkini
Hin rættvísi verður frelstur úr neyðini, og hin gudleysi kemur í stað hansara.
Orðtøkini 11:9 Orðtøkini
Við munninum oyðir hin gudleysi næsta sín, men við kunnskapi sínum verða hini rættvísu bjargað.
Orðtøkini 11:10 Orðtøkini
Táið hinum rættvísu gongst væl, fegnast staðurin, og táið hini gudleysu ganga til grundar, hoyrast gleðiróp.
Orðtøkini 11:11 Orðtøkini
Við signing hinna sannhjartaðu reisist staður upp, men muður gudleysra brýtur hann niður.
Orðtøkini 11:12 Orðtøkini
Tann, ið tosar vanvirðisliga um næsta sín, honum fattast vit; vitigur maður tigur.
Orðtøkini 11:13 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.
Orðtøkini 16:5 Orðtøkini
Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.
Lukas 14:11 Lukas
Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið
Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“
Orðtøkini 8:13 Orðtøkini
At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.
Orðtøkini 18:12 Orðtøkini
Undan falli er hjarta mansins stolt, men eyðmjúkleiki gongur undan heiður.
Orðtøkini 29:23 Orðtøkini
Hugmóð menniskjans leiðir tað í fall, men hin eyðmjúki vinnur heiður.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 147:10 Sálmarnir
Honum líkar ikki sterkar hestar, Hann hevur ikki tokka til kvikan mann;
Sálmarnir 147:11 Sálmarnir
nei, HARRIN hevur tokka til teirra, sum óttast Hann, sum bíða eftir náði Hansara.
Jeremias 9:23 Jeremias
So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum!
Jeremias 9:24 Jeremias
Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Matteus 16:24 Matteus
Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
Matteus 16:25 Matteus
Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað.
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið
Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!
Filippibrævið 2:6 Filippibrævið
Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri býti at vera javnlíki Guds;
Filippibrævið 2:7 Filippibrævið
nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.
Filippibrævið 2:9 Filippibrævið
Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið
fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,
Filippibrævið 2:11 Filippibrævið
og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.
Filippibrævið 2:12 Filippibrævið
Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan upp á frelsu tykkara!
Filippibrævið 2:13 Filippibrævið
Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.
Filippibrævið 2:14 Filippibrævið
Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast,
Filippibrævið 2:15 Filippibrævið
so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.