Sjálvsmynd
14 versir um "Sjálvsmynd"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Galatiabrævið 1:10 Galatiabrævið
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Orðtøkini 29:25 Orðtøkini
At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.
Fyrra Korintbrævið 9:25 Fyrra Korintbrævið
Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Prædikarin 3:11 Prædikarin
Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.
Prædikarin 3:12 Prædikarin
Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva.