Sjálvsøkin
23 versir um "Sjálvsøkin"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið
Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið
kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið
svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;
Fyrra Korintbrævið 10:24 Fyrra Korintbrævið
Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Filippibrævið 2:21 Filippibrævið
allir søkja teir sítt egna, ikki tað, sum Kristi Jesusi hoyrir til.
Jákupsbrævið 3:16 Jákupsbrævið
Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er.
Lukas 6:32 Lukas
Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir.
Lukas 6:33 Lukas
Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama.
Lukas 6:34 Lukas
Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Rómverjabrævið 15:1 Rómverjabrævið
Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar.
Rómverjabrævið 15:2 Rómverjabrævið
Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar – honum til gagn, til uppbygging.
Rómverjabrævið 15:3 Rómverjabrævið
Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði; nei – sum skrivað er: „Háð teirra, ið Teg háðaðu, fall á Meg.“
Galatiabrævið 6:2 Galatiabrævið
Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
Hebrearabrævið 13:16 Hebrearabrævið
Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi.
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!
Jákupsbrævið 4:2 Jákupsbrævið
Tit tráa – og hava ikki; tit drepa og bera øvund – og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki;