Sjálvsøk
16 versir um "Sjálvsøk"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 10:24 Fyrra Korintbrævið
Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið
Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið
og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
Lukas 21:1 Lukas
Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
Lukas 21:2 Lukas
Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
Lukas 21:3 Lukas
Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
Lukas 21:4 Lukas
Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið
Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!