Sjálvsfrálegging
8 versir um "Sjálvsfrálegging"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 12:25 Jóhannes
Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív.
Matteus 10:39 Matteus
Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.