sjálvrós

65 versir um "sjálvrós"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Korintbrævið 4:7 Fyrra Korintbrævið

Hvør gevur tær nakað framum! Hvat hevur tú, sum tú hevur ikki fingið givið! Og hevur tú fingið tað givið, hví rósar tú tær tá, sum tú hevði ikki fingið tað givið!

2
Seinna Korintbrævið 10:12 Seinna Korintbrævið

Tí vit vága okkum ikki at rokna okkum millum ella líkna okkum saman við summar – ið geva sær sjálvum viðmæli; men táið teir meta seg við seg sjálvar og líkna seg saman við seg sjálvar, fattast teimum vit.

2
Seinna Korintbrævið 10:13 Seinna Korintbrævið

Nei, vit vilja ikki rósa okkum út um øll mark, men innan fyri mál tess markaskjals, ið Gud hevur lutað okkum: At náa fram líka til tykkara.

2
Seinna Korintbrævið 10:14 Seinna Korintbrævið

Vit toyggja okkum ikki út um mál okkara – sum vit vóru ikki náddir til tykkara! – Vit eru jú komnir líka til tykkara við evangelii Kristusar,

2
Seinna Korintbrævið 10:15 Seinna Korintbrævið

so at vit rósa okkum ikki út um øll mark av arbeiði annara; men vit hava ta vón, at sum trúgv tykkara veksur, skulu vit í yvirflóð fáa framgongd hjá tykkum – innan fyri markið, ið okkum er sett,

2
Seinna Korintbrævið 10:16 Seinna Korintbrævið

so vit fáa kunngjørt evangeliið í londunum hinumegin tykkum og ikki innanfyri mark annara rósa okkum av tí, sum longu er virkað.

2
Seinna Korintbrævið 10:17 Seinna Korintbrævið

– Men tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum!

2
Seinna Korintbrævið 10:18 Seinna Korintbrævið

Tí ikki tann stendur royndina, sum gevur sær sjálvum viðmæli – nei, tann, sum Harrin gevur viðmæli.

2
Seinna Korintbrævið 11:30 Seinna Korintbrævið

– Skal eg rósa mær, so skal eg rósa mær av veikleika mínum.

2
Galatiabrævið 6:14 Galatiabrævið

Men eg – langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!

2
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

2
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið

Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!

2
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið

Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!

2
Fyrra Pætursbrævið 5:5 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.

2