Sion
10 versir um "Sion"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 132:13 Sálmarnir
Tí HARRIN hevur útvalt Zion, ynskt Sær tað til bústað:
Esaias 60:14 Esaias
Børn teirra, ið hava plágað teg, skulu boygd koma til tín, og øll tey, sum vanvirdu teg, skulu falla niður fyri føtur tínar; tey skulu kalla teg stað HARRANS, Zion hins Heilaga í Ísrael.
Hebrearabrævið 12:22 Hebrearabrævið
Nei, tit eru komin til Zionsfjall og til stað hins livandi Guds, til hitt himmalska Jerusalem og til hini mongu túsund av einglum,
Opinberingin 14:1 Opinberingin
Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum.
Sálmarnir 48:2 Sálmarnir
Stórur og hálovaður er HARRI okkara í staði Sínum, á heilaga fjalli Sínum.
Sálmarnir 87:2 Sálmarnir
HARRIN elskar portur Zions fram um allar bústaðir Jákups.
Esaias 2:3 Esaias
ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: „Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!“ Tí av Zion skal ganga út opinbering, og orð HARRANS úr Jerusalem.
Esaias 28:16 Esaias
tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein – tann, ið trýr, hevur ikki skund.
Esaias 35:10 Esaias
Ja, hini endurloystu HARRANS skulu koma aftur; tey skulu koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði fáa tey, sorg og suff skulu flýggja.
Rómverjabrævið 11:26 Rómverjabrævið
So skal alt Ísrael verða frelst – sum skrivað er: „Úr Zion skal Frelsarin koma; Hann skal fáa burt gudloysi frá Jákupi;