sinnisfriður
13 versir um "sinnisfriður"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 26:3 Esaias
Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Sálmarnir 4:8 Sálmarnir
Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð –
Sálmarnir 29:11 Sálmarnir
HARRIN skal geva fólki Sínum styrki, HARRIN skal signa fólk Sítt við friði.
Sálmarnir 119:165 Sálmarnir
Nógvan frið hava tey, ið elska lóg Tína, og einki er, sum fær tey at falla.
Rómverjabrævið 5:1 Rómverjabrævið
Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.
Rómverjabrævið 8:6 Rómverjabrævið
Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður.
Rómverjabrævið 16:20 Rómverjabrævið
Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Seinna Tessalonikabrævið 3:16 Seinna Tessalonikabrævið
Og Hann sjálvur, Harri friðarins, gevi tykkum friðin, altíð, á allan hátt! Harrin veri við tykkum øllum!
Hebrearabrævið 12:14 Hebrearabrævið
Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!