Silvur
9 versir um "Silvur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:23 Onnur Mósebók
Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum!
Sálmarnir 12:6 Sálmarnir
„Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!“ sigur HARRIN; „Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!“
Sálmarnir 66:10 Sálmarnir
Tí Tú royndi okkum, Gud, Tú reinsaði okkum, sum silvur verður reinsað;
Orðtøkini 22:1 Orðtøkini
Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull.
Orðtøkini 25:4 Orðtøkini
Skil ilskuna frá silvurinum, so fær gullsmiðurin ílat burtur úr tí!
Prædikarin 5:10 Prædikarin
Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
Jeremias 6:30 Jeremias
„Burturkastað silvur“ verða tey rópt – tí HARRIN hevur vrakað tey.
Hoseas 13:2 Hoseas
Og nú halda tey á at synda og gera sær stoyptar myndir av silvuri sínum, avgudar, eftir sum tey sjálv hugsa sær upp – alt samalt verk listarsmiða! Slíkar biðja tey til! Menniskju, sum ofra, kyssa kálvar!
Zakarias 13:9 Zakarias
Henda triðing skal Eg lata ganga gjøgnum eldin; Eg skal reinsa hann, sum silvur verður reinsað, og royna hann, sum gull verður roynt. Tey skulu ákalla navn Mítt, og Eg skal bønhoyra tey; Eg skal siga: „Tey eru fólk Mítt!“ Og tey skulu siga: „HARRIN er Gud mín!“