sigur / at vinna

14 versir um "sigur / at vinna"

Versir

Síða 1 av 1
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

6
Lukas 18:27 Lukas

Men Hann svaraði: „Tað, sum er menniskjum ómøguligt, er Gudi møguligt.“

5
Fyrra Korintbrævið 15:57 Fyrra Korintbrævið

Men Gudi veri tøkk, sum gevur okkum sigurin við Harra okkara Jesusi Kristi!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!

5
Fyrra Korintbrævið 9:25 Fyrra Korintbrævið

Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.

4
Fyrra Korintbrævið 9:24 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!

3
Hebrearabrævið 12:1 Hebrearabrævið

Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,

3
Hebrearabrævið 12:2 Hebrearabrævið

havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!

3
Sálmarnir 112:4 Sálmarnir

Hinum sannhjartaða rennur upp ljós í myrkrinum, honum, sum náðigur, miskunnsamur og rættvísur er.

2
Matteus 20:16 Matteus

Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald.“]*

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið

einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,

2
Seinna Timoteusarbrævið 2:5 Seinna Timoteusarbrævið

Á sama hátt – um onkur er við í kappleiki, hann fær ikki kransin, leikar hann ikki lógliga.

2