signing yvir hús
9 versir um "signing yvir hús"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 6:24 Fjórða Mósebók
„HARRIN signi teg og varðveiti teg!
Fjórða Mósebók 6:25 Fjórða Mósebók
HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
Fjórða Mósebók 6:26 Fjórða Mósebók
HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!““
Josva 24:15 Josva
Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“
Fyrra Sámuelsbók 25:6 Fyrra Sámuelsbók
og sigið: „Til lukku! Friður veri við tær, friður veri við húsi tínum, og friður veri við øllum, ið tú hevur!
Seinna Sámuelsbók 7:29 Seinna Sámuelsbók
Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí Tú, Harri HARRI, hevur talað, og signing Tín, hon skal gera, at hús tænara Tíns verður signað í allar ævir!“
Orðtøkini 24:3 Orðtøkini
Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,
Orðtøkini 24:4 Orðtøkini
og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.
Lukas 10:5 Lukas
Og har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: „Friður veri við hesum húsi!“