signing yvir heimið

22 versir um "signing yvir heimið"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 24:3 Orðtøkini

Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,

10
Orðtøkini 24:4 Orðtøkini

og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.

10
Esaias 32:18 Esaias

Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.

9
Fyrra Sámuelsbók 25:6 Fyrra Sámuelsbók

og sigið: „Til lukku! Friður veri við tær, friður veri við húsi tínum, og friður veri við øllum, ið tú hevur!

8
Lukas 10:5 Lukas

Og har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: „Friður veri við hesum húsi!“

8
Seinna Sámuelsbók 7:29 Seinna Sámuelsbók

Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí Tú, Harri HARRI, hevur talað, og signing Tín, hon skal gera, at hús tænara Tíns verður signað í allar ævir!“

7
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

5
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

5
Fyrra Kongabók 5:4 Fyrra Kongabók

Men nú hevur HARRIN Gud mín givið mær frið á øllum síðum; her eru eingir mótstøðumenn, og eingin vanlukka hóttir.

4
Orðtøkini 3:33 Orðtøkini

Í húsi hins gudleysa er bann HARRANS, men bústað rættvísra signar Hann.

4
Fjórða Mósebók 24:5 Fjórða Mósebók

Sum tjøld tíni eru føgur, Jákup, sum bústaðir tínir eru fagrir, Ísrael!

3
Josva 24:15 Josva

Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“

3
Sálmarnir 122:7 Sálmarnir

Friður ráði innan fyri múrar tínar, trygd í borgum tínum!

3
Matteus 10:13 Matteus

Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara.

3
Fyrra Kongabók 6:12 Fyrra Kongabók

„Hetta hús, ið tú nú byggir – so satt sum tú livir eftir fyriskipanum Mínum, heldur lógir Mínar og aktar eftir øllum boðum Mínum, so tú gongur eftir teimum, so skal Eg uppfylla á tær orðið, ið Eg talaði við Dávid, faðir tín;

2
Fyrra Kongabók 6:13 Fyrra Kongabók

Eg skal búgva mitt ímillum Ísraelsmenn og ikki venda Ísrael, fólki Mínum, bakið.“

2
Job 5:24 Job

Og tú fært at síggja tjald títt standa trygt; tú hyggur eftir eigindómum tínum og saknar einki.

2
Sálmarnir 147:14 Sálmarnir

landamarkum tínum gevur Hann frið, mettar teg við bestu hveiti;

2
Orðtøkini 14:1 Orðtøkini

Kvinnuvísdómur byggir hús sítt, men dárskapur rívur tað niður við hondum sínum.

2
Esaias 32:19 Esaias

Men hegla skal, táið skógurin fellur, og djúpt skal býurin søkka niður!

2
Esaias 32:20 Esaias

Sæl eru tit, sum sáa við øll vøtn, sum sleppa neyti og esli leysum!

2
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið

við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað

2