139 versir um "sí"

Versir

Síða 3 av 3
Jóhannes 14:22 Jóhannes

Judas – ikki Iskariot – segði við Hann: „Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?“

2
Jóhannes 14:23 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.

2
Jóhannes 14:24 Jóhannes

Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg.

2
Jóhannes 14:25 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum;

2
Jóhannes 14:26 Jóhannes

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.

2
Jóhannes 14:27 Jóhannes

Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!

2
Jóhannes 14:28 Jóhannes

Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: „Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.“ – Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg.

2
Jóhannes 14:29 Jóhannes

Og nú havi Eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, táið tað hendir.

2
Jóhannes 14:30 Jóhannes

Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær.

2
Jóhannes 14:31 Jóhannes

Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær – reisist, latið okkum fara hiðani!“

2
Jóhannes 16:13 Jóhannes

Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:14 Jóhannes

Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:15 Jóhannes

Alt, sum Faðirin hevur, er Mítt; tí segði Eg, at Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:16 Jóhannes

Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!“

2
Hebrearabrævið 13:1 Hebrearabrævið

Bróðurkærleikin vari við!

2
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið

Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.

2
Hebrearabrævið 13:3 Hebrearabrævið

Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!

2
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

2
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið

Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –

2
Hebrearabrævið 13:6 Hebrearabrævið

so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“

2
Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið

Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!

2
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

2
Hebrearabrævið 13:9 Hebrearabrævið

Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum! Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, ikki við mati – sum ongan bata hevur verið teimum til, sum fingust við hann!

2
Hebrearabrævið 13:10 Hebrearabrævið

Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av.

2
Hebrearabrævið 13:11 Hebrearabrævið

Dýrini, hvørja blóð av høvuðsprestinum verður borið inn í halgidómin sum bót fyri synd – kroppar teirra verða jú brendir uttan fyri tilhaldið.

2
Hebrearabrævið 13:12 Hebrearabrævið

Tí var tað eisini, Jesus leið uttan fyri portrið – fyri at Hann við Sínum egna blóði kundi halga fólkið.

2
Hebrearabrævið 13:13 Hebrearabrævið

Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!

2
Hebrearabrævið 13:14 Hebrearabrævið

– Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi.

2
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið

Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!

2
Hebrearabrævið 13:16 Hebrearabrævið

Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi.

2
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið

Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!

2
Hebrearabrævið 13:18 Hebrearabrævið

Biðið fyri okkum! Tí tað líta vit á, at vit hava góða samvitsku, og vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.

2
Hebrearabrævið 13:19 Hebrearabrævið

Og hetta áminni eg tykkum tess meiri at gera, fyri at eg tess skjótari kann verða givin tykkum aftur.

2
Hebrearabrævið 13:20 Hebrearabrævið

Gud friðarins, sum við blóði av ævigum sáttmála førdi hin stóra seyðahirða, Harra okkara Jesus, upp frá hinum deyðu,

2
Hebrearabrævið 13:21 Hebrearabrævið

Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.

2
Hebrearabrævið 13:22 Hebrearabrævið

Eg biði tykkum, brøður – tolið hetta áminningarorð – eg havi jú skrivað stutt til tykkara!

2
Hebrearabrævið 13:23 Hebrearabrævið

Eg veit at siga tykkum, at Timoteus, bróðir okkara, er leysgivin; kemur hann skjótt, komi eg saman við honum at síggja tykkum.

2
Hebrearabrævið 13:24 Hebrearabrævið

Heilsið øllum vegleiðarum tykkara og øllum hinum heilagu! Tey úr Italia lata heilsa tykkum.

2
Hebrearabrævið 13:25 Hebrearabrævið

Náðin veri við tykkum øllum!

2